Skála reisti seg aftaná vónbrotið farna mikukvøld

(Rás2) Høvuðsvenjarin hjá Skála, Pauli Poulsen er sera fegin um, at hann fekk eitt aftursvar frá sínum monnum

Farna mikukvøld gjørdist ein hálv marra hjá Skála, tí við 11 ímóti 9 monnum megnaðu teir bert javnleik 2-2 ímóti TB/FCS/Royn á heimavølli.

Tí var høvuðsvenjarin hjá Skála, Pauli Poulsen sera fegin um aftursvarið hann fekk frá sínum monnum í dag, tá Skála vann ein flottan 2-1 sigur á HB á ovara vølli í Gundadali í Havn.

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Paula Poulsen greiða frá 2-1 sigrinum hjá Skála ímóti HB fyrr í dag.