Skála søguligan sigur

19. umfarið gjørdist dýrt fyri NSÍ, sum nógvu tær seinastu vikurnar hevur verið oddalið í Formula deildini. NSÍ átti heimadyst ímóti Skála, og fyri fyrstu ferð nakrantíð eydnaðist tað Skála at fara úr Runavík við øllum stigunum. Skála vann 2-1, og harvið hevur Skála tryggjað sær fimta plássið - í hvussu so er fram til komandi sunnudag..

Tað tók sína tíð hjá B36, men í 2. hálvleiki skoraði Sylla tvær ferðir, og so hevði B36 vunnið 2-0 á heimavølli ímóti VB/Sumba.

Harvið er B36 nýtt oddalið, og harvið er VB/Sumba niðanfyri strikuna. Tað eru ellivu stig fram til 8. plássið.

Saman við VB/Sumba er AB undir strikuni. Hóast AB megnaði 2-2 ímóti steypavinnarunum EB/Streymi, sum serliga í 1. hálvleiki ikki tók uppgávuna í sama álvara sum gestirnir, so er AB við ellivu stigum ellivu stig frá bjargingini.

Stóra lopið hesa ferð gjørdi KÍ. Klaksvíkingar vunnu 3-1 á heimavølli ímóti B71, sum síðstu løtuna bara hevði níggju spælarar á vøllinum. Sigurin bar við sær, at KÍ fór framum bæði B71 og GÍ og nú er á 6. plássi.

GÍ hevur møguleika at taka sætta plássið aftur, tá ið gøtumenn mánakvøldið fara í Gundadal at spæla ímóti HB, sum við sigri á GÍ kann taka seg eitt stig nærri toppinum, enn HB var undan 19. umfari.

Við sigri á GÍ fer HB at taka seg fram á triðja plássið. Tá fara teir at hava sama stigatal sum EB/Streymur, men HB hevur vunnið báðar innanhýsis uppgerðirnar og verður harvið fremri enn EB/Streymur.

Úrslit í 19. umfari:

B36-VB/Sumba 2-0 (0-0)

KÍ-B71 3-1 (0-0)

NSÍ-Skála 1-2 (0-1)

EB/Streymur-AB 2-2 (1-2)

HB-GÍ mánakvøldið 20. august kl. 18

 

Støðan

B36 43 stig

NSÍ 41 stig

EB/Streymur 33 stig

HB 30 stig

Skála 26 stig

KÍ 24 stig

GÍ 23 stig

B71 22 stig

VB/Sumba 11 stig

AB 11 stig

 

20. umfar sunnudagin 26. august

B36-KÍ

GÍ-EB/Streymur

Skála-HB

B71-NSÍ

VB/Sumba-AB