Skála skal tetta verjuna

EB/Streymur er steðgað upp, eftir at tað fyrstu umførini hilnaðist heilt væl

Tað eru tvey grannalið, ið ikki eru á toppinum, sum seinnapartin hittast á Skála.

EB/Streymur vann úr seks teimum fyrstu umførunum níggju tig. Síðani hevur EB/Streymur vunnið tvey stig í seks umførunum.

Skála vann fyri tveimum vikum síðani 2-0 á heimavølli ímóti Suðringum. Umfarið frammanundan endaði tað við 5-1 tapi á útivølli ímóti B36, og síðsta sunnudag endaði tað við 4-1 tapi á útiv’læli ímóti 07 Vestur, sum frammanundan ongan dystin hevði vunnið.

 

-Vit vóru ógvuliga vónbrotnir av okkum sjálvum eftir tapið í Sørvági. Nú eru vit uppsettir at vísa betri avrik í grannauppgerðini, sigur Skála liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen.

Brian Jakobsen og Teitur R. Joensen eru tøkir aftur.

Jákup Johansen, sum leingi hevur verið skaddur, var á næstbesta liðinum ígjár. Haraldur R. Højgaard og Jan Ingason Hansen eru framvegis skaddir.

 

Tá ið grannarnir EB/Streymur og Skála hittust á Eiði, var úrslitið málleysur javnleikur.

Síðsta sunnudag vendi EB/Streymur hóttandi 2-0 tapi til 2-2. Tað var eftir at Arnbjørn Hansen varð skiftur inn:

-Tað hevur stórt árin bæði á okkara og mótstøðumenninar, tá ið Arnbjørn er á vøllinum. Sjálvandi hevði tað verið kærkomið, um hann var við alla tíðina, men higartil hevur tað ikki borið til. Síðstu vikurnar hevur hann vant væl, so vit vóna, at hansara leiklutur verður størri, sigur Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi.

Rói H. Olsen er burturstaddur, og Jóhannes Hansen er langtíðarskaddur.