Tað kundi sæð út til, at hetta fór at verða ordiligur bummtúrur hjá skálamonnum, tá ið Suðringar longu í fyrsta minutti løgdu seg framum 1-0. Málskjútti var Heri Kjærbo, sum í gjár var eina løtu á besta liðnum.
Næstbesta liðið hjá Suðringum plagar at spæla heimadystirnar á Vágseiði. Í dag var heimavøllurin í Trongisvági, har líkindini vóru betri at spæla.
Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at næstbesta liðið hjá Skála royndi seg í næstbestu deildini.
Skálamenn reistu seg og svaraðu so dyggiliga aftur eftir skelkin longu í fyrsta minutti.
Stórur hálvur tími var farin, tá ið Jóhan B. Jóhansson javnaði, og tríggjar minuttir undan steðginum legði Kristian Martin Jacobsen gestirnar framum.
Tað var 2-1 til Skála, inntil tað restaðu átta minuttir. So skrædnaði av álvara. Jóhan B. Jóhansson økti til 3-1, Dávid Johansen til 4-1 og innskifti Teitur Poulsen staðfesti rimmar Skála sigurin.
5-1 til Skála ber við sær, at Suðringar nú hava tapt 8-0 og 5-1, meðan Skála bara hevur spælt henda eina dystin. Útsetti heimadysturin frá fyrsta umfari ímóti HB verður spældur á Skála mikukvøldið.