Fótbóltur
Við rygginum móti múrinum tók AB ímóti Skála á Argjum. Fyrsta árið í Formuladeildini hevur ikki hilnast eins væl, og argjamenn høvdu ynskt, og vánaliga avrikið í Klaksvík mikukvøldið var bert ein staðfesting av hesum sama.
Skála hevur ikki heilt funnið sítt eyðkenda skjóta spæl fram hetta kappingarárið. Og skuldu teir gera sær nakrar vónir um at sleppa uttanlands at spæla í næsta ár, so var neyðugt hjá teimum appilsingulu at vinna sunnudagin.
AB setti seg á dystin
Men tað vóru argjamenn, ið løgdu best fyri. Teir settu seg á dystin beinanvegin, og tað sást, at AB hevði ongar ætlanir at geva gestunum trý stig heim við aftur. Bólturin varð fluttur skjótt runt, og trýst varð lagt á Skála, so skjótt teir høvdu bóltin. At skálamenn samstundis eisini góvu teimum meiri enn ríkiligt av plássi, gjørdi tað enn lættari hjá AB at spæla fótbólt.
Tó hevði Skála eina frálíka roynd á AB málið tíðliga í dystinum, tá ið Debus Danielsen í tveimum atløgum skjeyt á mál, men báðu ferð rakti ein verjuleikara.
Uppiborin leiðsla
Men tað kom allarhelst ikki óvart á nakran, at AB legði seg á odda 1-0 eftir 22 min. Ein langur bóltur kom høgt inn fyri í brotsteigin, har Høgni Joensen skallaði víðari inn til Allan Mørkøre, ið skeyt bóltin fram við Predrag Markovic í málinum.
Løtu seinni, í 30. min, var AB aftur upp á spæl. Rógvi Poulsen spældi bóltin aftur um skálaverjuna, har ein púra fríur Peter Christensen skeyt mitt á málmannin, ið bjargaði ómakaleyst. Talan hevði allarhelst verið um enn fleiri mál, um AB hevði skorað her, tí skálamenn vóru als ikki við í dystinum hesa løtuna.
Ein málperla
Tað, sum eftir var av hálvleikinum, hevði AB stóra leikliga yvirvág, tó uttan at skapa tað heilt stóra framman fyri málinum. Hinvegin hevði Skála lítið spæl, men við einum stútara og einari skotroynd vístu teir, at her var okkurt í væntu. Og tað kom eisini beint áðrenn hálvleik.
Tá ið tríggir minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, fingu skálamenn útjavnandi málið. Um ikki uppiborið, so var talan um eitt framúrskarandi mál. Bólturin endaði fyri føturnar á Slavisa Kaplanovic, ið frá tjúgu metrum smekkaði bóltin upp í tríkantin. Neyvan man nakar brigsla málmanninum fyri ikki at bjarga hesum skoti, tí her var talan um eina sanna perlu av einum máli.
Skála kom í gongd - AB punkteraði
Eftir steðgin kom Skála fyri seg, og sum hálvleikurin leið, vóru tað gestirnir, ið høvdu bóltin meira. Flotta AB spælið í fyrra hálvleiki mátti lúta fyri væntandi konditión.
Í 65. min. var Debus Danielsen, ið spældi ein sera góðan dyst, aftur upp á spæl. Eftir eina langa sending úr mótsettu síðu, smekkaði hann til frá horninum á málteiginum. Men við einari ótrúligari refleksbjarging fekk Danny Rasmussen í AB málinum sligið bóltin upp um. Stutta løtu seinni bjargaði ein sera vælspælandi Danny aftur, tá ið eitt fríspark kom hart eftir jørð og heilt úti við stongina høgra horn.
Sum tjóvur á nátt
Flest øll, ið vóru á Argjum í góðverðrinum, høvdu sligið seg til táls við javnleik, tá ið nýinnskifti Poul N. Poulsen vildi tað annarleiðis. Beint fyri leiklok skeyt Arnhold Berg ein bólt inn í málteigin hjá AB, og tá ið hvørki málmaðurin ella verjan vildu kennast við hann, var ungi skálamaðurin skjótur at taka av og legði bóltin í málið. 2-1 til Skála.
Lítla løtu seinni hevði AB ein skallara á samankomingina, men til fánýtis; skálamenn fóru avstað við sigrinum, og argjamenn sótu eftir við ongum.