Skála átti størsta partin av spælinum í fyrra hálvleiki, men sera fáar vandamiklar støður spurdist burturúr. Stórt sæð einasta málmøguleikan í fyrra hálvleiki átti Skála, og henda møguleika gagnnýttu teir. Málið kom í 25. minutti, tá ið Pætur Dam Jacobsen spældi Óbi púra frían, sum síðan legði bóltin yvir um til ein enn fríari Sjúrð Djurhuus, sum lættliga kundi leggja Skála á odda 1-0.
Í seinna hálvleiki kom B68 betur við, og átti bróðurpartin av spælinum. Lítið og einki spurdist burturúr, og at enda var B68-liðið komið so langt fram á vøllin, at tað kostaði í hinum endanum. Pætur Dam Jacobsen skeyt málið til 2-0 í síðstu løtu, tá ið hann við frálíkum einmansavriki staðfesti sigurin.
Við sigrinum lyftir Skála seg upp á eitt 8. pláss undir liðini á ÍF. ÍF hevur tó møguleikan at renna frá skálamonnum aftur mikukvøldið, tá ið teir fáa vitjan av HB.
B68 ? Skála 0-2 (0-1)
0-1: Sjúrður Djurhuus
0-2: Pætur Dam Jacobsen