MISBRÚK
Hvønn mánamorgun á síni rundu ígjøgnum skúlagarðin og skúlaøkið finnur húsavørðurin í Sankta Frans skúla í Havn holaðar sodavatnsfløskur og annað, fólk hava brúkt til at roykja hasj við. Hetta fer fram inni undir skýlinum í ovara skúlagarðinum eftir skúlatíð, um kvøldarnar og serliga um vikuskiftið í øllum veðri so at siga.
- Hevur tað verið kolandi stormur, er minni at finna, men annars komi eg fram á ymiskt hvønn einasta mánamorgun, greiðir húsavørðurin frá.
Hvørji hesi fólkini eru, sum roykja hasj í skúlagarðinum í Sankta Frans skúla, veit húsavørðurin ikki. Sjálvur hevur hann ongan sæð, so vit kunnu ímynda okkum, at hetta eru ungfólk. Staðið er kanska væl valt. Har er eingi ljós í nánd og tí ógvuliga myrkt og friðarligt.
- Tað loysir seg ikki at seta píkatráð upp ella steingja garðin inni. Tey ungu finna altíð ein útveg at sleppa inn. Men settu vit ljós upp í garðinum, rokni eg við, at hesi fólkini hildu seg burtur. Tá høvdu tey í øllum førum ikki kent seg so trygg.
Talan er um fløskur, sum hol er brent ígjøgnum og slanga uppá 8-10 cm stingur uppúr. Eisini kemur húsavørðurin framá brotnar tendrarar og áfyllingsdunkar til gasstendrarar, sum eftir øllum at døma verða brúkt hjá fólki til at fáa eina kenning við. Umframt liggja brotnar ølfløskur eisini í garðinum.
Leivdirnar frá hasjroykingini er húsavørðurin komin framá í nógv ár, í øllum førum í eini 6-7 ár. Løgreglan hevur tvær ferðir verið á staðnum, kannað málið og farið avstað við fløskum.
Leiðslan á Sankta Frans skúla sigur, at tað er ógvuliga torført at fáa bilbukt við misbrúkið, sum fer fram á økinum hjá skúlanum.
- Hetta fer fram, tá ið eingi børn eru í skúla, og tískil síggja næmingar á skúlanum ikki, hvat fer fram. Og tað verður altíð ruddað upp, áðrenn børnini koma í skúla um morgunin. At steingja skúlagarðin av, er ongin loysn, men at seta ljós kundi kanska hjálpt, sigur Selmar Jacobsen, stjóri í Sankta Frans skúla.