-Tað hevði verið ein fyrimunur, um allir skúlaleiðarar vóru áramálssettir, heldur formaðurin í Lærarafelagnum. -Allir skúlaleiðarar eiga at verða áramálssettir. Tað fer at gera, at skúlaleiðarar verða hildnir betri til, og tað hevði eisini økt áhugan fyri starvinum, sigur Magnus Tausen við Útvarpið.
Nýggi leiðarin á skúlanum á Ziskatrø í Klaksvík er áramálssettur, og Magnus Tausen heldur, at henda setanin kann gerast slóðbrótandi. Hesin setanarhátturin økir eisini um áhugan fyri slíkum størvum, heldur hann.
Níggju fólk søktu starvið sum skúlaleiðari í Skúlanum á Ziskatrø.