Skálamenn flongdu NSÍ

Serliga í fyrra hálvleiki vóru heimamenninir ógvuliga væl upplagdir og sýndu hugflogsríkt fótbóltsspæl

 

Skal tað eydnast Skála at lyfta seg fram millum fimm tey fremstu liðini. Tað hevur verið ein av áhugaverdu spurningunum undan kappingarbyrjan og eisini síðani bólturin fór á rull.

 

Í dag var fyrsta kommunuppgerðin millum Skála og NSÍ. Skálamenn áttu heimavøll, og serliga í fyrra hálvleiki var tað klassamunur.

 

Meðan NSÍ hevði trupulleikar við uppspælinum og var lítið sannførandi í nærdystunum, so vístu skálamenn sera hugflogsríkt álopsspæl.

 

Ferð eftir ferð spældu skálamenn seg ígjøgnum í høgru, og tað vóru fleiri heilt spentar støður.

 

Skála skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki. Í báðum førum var uppspælið í høgru. Í fyrra førinum var tað vongverjin Ari Olsen, sum legði innfyri, og tá var tað miðvallarin og liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen, sum skoraði.

 

Í seinna førinum var tað Jákup Johansen, sum skoraði. Hann var í dag fremsti maður, nú Søren B. Nielsen var skaddur. Í hesum førinum var tað framrættaði síðuspælarin í høgru, Edvin Jakobsen, sum átti uppleggið.

 

Sum seinni hálvleikur leið royndi NSÍ at trýsta meiri. Men tað var ikki fyrrenn tað restaði ein minuttir, at tað var heilt vandamikið. Pól Jóhannus Justinussen, sum síðsta hálva tíman var í álopinum, royndi seg úr stuttari fjarstøðu, og Pætur Dam Jakobsen bjargaði á málstrikuni.

Eftir tríggjar dystir hevur Skála seks stig, meðan NSÍ hevur fýra stig. Hetta var fyrsta tapið hjá NSÍ í ár.

--

LIÐUGT

2-0

92) 2-0

NSÍ pressið er heilt stórt. Pól Jóhannus Justinussen roynir seg úr stuttari fjarstøðu, og Pætur Dam Jacobsen bjargar á málstrikuni til horna, sum einki spyrst burturúr.

Fróði Benjaminsen er sannur brandur í Skála miðverjuni.

90) 2-0

Dómarin leggur fýra minuttir aftrat.

90) 2-0

Jan Ingason Hansen avloysir Jákup Johansen í Skálaálopinum.

90)  2-0

NSÍ hevur fríspark heilt frammarlaga í høgru, Magnus H. Olsen leggur innfyri, og NSÍ spælararnir vilja hava dómaran at døma brotsspark, men dómarin tigur. Bólturin tók í armin á Skálaspælarar, sum hevði armin omanfyri høvdið.

90) 2-0

Skálamenn eru skilagóðir og senda bóltin millum sín, meðan teir í NSÍ royna at jagstra mótstøðumenninar.

87) 2-0

Skála skiftir út: Niels Pauli Danielsen avloysir Heðin Klakstein hjá Skála.

81) 2-0

Janus Svabo Samuelsen avloysir Ronni Møller-Iversen hjá Skála, sum hevur verið sera eyðsýndur.

80) 2-0

Hóast NSÍ nú er meiri á bóltinum, so eydnast tað ikki gestunum at vinna seg í avgerandi støður.

75) 2-0

Betuel Hansen avloysir Jann Martin Mortensen hjá NSÍ.

72) 2-0

Nú gongur alt meiri fyri seg á Skála hálvuni, og síðstu løtuna hava tað verið spentar støður kring brotsteigin hjá Skála.

66) 2-0

Tað tykist sum um, at heimaliðið hevur hug at taka seg eitt sindur aftur og lúrir eftir møguleikanum at fara í skjótt mótálop, tá ið NSÍ flytur fólkið fram.

64) 2-0

GULT KORT: Búi Egilsson hjá NSÍ fyri í nærdysti at hava albogan alt ov høgt.

60) 2-0

NSÍ skiftir út: Jann Benjaminsen og Ari Benjaminsen fara av vøllinum, og í teirra stað verða settir Magnus H. Olsen og Bárður J. Hansen. Pól Jóhannus Justinussen verður fluttur fram.

57) 2-0

GULT KORT: Jann Benjaminsen hjá NSÍ fyri fríspark ímóti Heðini Klakstein.

Ronni Møller-Iversen roynir seg við frísparkinum, sum er úr 20 metrum, og tað er vandamikið, men Tórður Thomsen í NSÍ málinum bjagar.

52) 2-0

Uppskriftin hjá Skála er tann sama, sum hon var í fyrra hálvleiki. Tað er í høgru, at tað verður brotið ígjøgnum. Har sær tað út sum um, at tað støðugt eru fleiri skálamenn enn NSÍ spælarar.

49) 2-0

NSÍ spælararnir vísa betri hugburð, enn teir gjørdu í fyrra hálvleiki.

46) 2-0

Ongar skiftingar eru gjørdar, nú tað verður farið undir seinna hálvleik.

 

HÁLVLEIKUR

2-0

Kári J. á Høvdanum hevur bríkslað fyri síðstu ferð í fyrra hálvleiki. Skálamenninir eru lættir og væl nøgdir, nú teir ganga niðan ímóti høllini, meðan teir í NSÍ leguni hava nógv at hugsa um. NSÍ spælið hevur verið lítið sannførandi, og tað skal nógv venda øðrvísi um ein tíma, enn tað nú ger, um NSÍ skal hava nakað við sær yvirum aftur fjørðin.

45) 2-0

Ein minuttir lagdur aftrat.

44) 2-0

NSÍ vinnur horna og so aftur horna, tá ið Pætur Dam Jacobsen við høvdinum bjargar til horna. Gott verjuspæl.

43) 2-0

NSÍ megnar ikki at spæla seg í støður og harvið til málmøguleikar. Um tað skal eydnast at skora, so skal tað vera í sambandi við deyðbóltsstøður, sum teir gulu og svørtu leggja nógv fyri í.

32) 2-0

2-0: Jákup Johansen

Hetta málið kom mest sum burturúr ongum lítla løtu eftir, at NSÍ var um reppið at javna. NSÍ verjuspælið var í hesi støðu lítið sannførandi, tá ið Jákup Johansen, sum í dag er fremsti maður hjá Skála, setti bóltin í málið. Aftur var uppspælið í høgru, og tað er Edvin Jakobsen, sum eigur uppleggið.

30) 1-0

So svaraði NSÍ aftur, og nú var um reppið, at NSÍ javnaði, men bólturin brast í stólpan, tá ið Jann Benjaminsen royndi seg.

29) 1-0

NSÍ hevur ógvuliga torført við at fáa fatur á miðvøllinum, sum fyri tað mesta verður lopin um, tí tað verður sparkað úr verju og fram í álopið.

Hjá Skála er framrættaði miðvallarin Ronni Møller-Iversen sera væl upplagdur á sentrala og framrættaða miðvallarplássinum.

26) 1-0

1-0: Pætur Dam Jacobsen

Aftur og aftur hevur Skála spælt seg ígjøgnum í høgru, og nú eydnaðist tað at fáa mál burturúr. Vongverjin Ari Olsen legði innfyri, og liðformaðurin Pætur Dam Jacobsen setti bóltin í málið.

Skála er framvegis greitt omaná.

 

15) 0-0

Skálamenn eru hugflogsríkir og spæla fótbólt við stórum sjálvsáliti. Tá ið ein NSÍ spælari fær fatur á bóltinum eru tað beinanvegin tríggir mótstøðumenn kring hann.

12) 0-0

Tað gongur sera illa hjá NSÍ at fáa skipað fótbóltsspæl í lag. Gestirnir á Skála royna seg við longum sendingum fram til Klæmint A. Olsen, sum er einsamallur og hevur vánaligar arbeiðstreytir.

10) 0-0

Aftur fínt Skála álop, og aftur er tað í høgru. Tað endar við, at vongverjin í høgru, Ari Olsen, smekkar til, men bólturin fer væl omanfyri málið.

08) 0-0

Skála spælir seg til góðan møguleika, og tað er bara tí, at Tórður Thomsen bjargar meistarliga, at tað framvegis er málleyst. Jákup Johansen, sum í dag er fremsti maður hjá Skála, royndi at lyfta bóltin uppum Tórð eftir fínt uppspæl.

05) 0-0

Skála hevur væl betri tak á samanspælinum, og tað er heimaliðið, sum hevur valdið á miðvøllinum.

00)  

Líkindini at spæla fótbólt á Skála eru hampulig. Sólin sær, og tað er turt, men tað er ógvuliga kalt.

Skála – NSÍ kl. 17.00

Dómari: Kári J. á Høvdanum

Skála: Karstin Hansen – Ari Olsen, Jákup Jakobsen, Fróði Benjaminsen, Teitur R. Joensen – Pætur Dam Jacobsen, Haraldur R. Kjeld – Edvin Jakobsen, Ronni Møller-Iversen, Heðin Klakstein – Jákup Johansen

NSÍ: Tórður Thomsen – Pætur Hentze, Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Pól Jóhannus Justinussen - Peter Niersen, Jann Martin Mortensen – Jann Benjaminsen, Búi Egilsson, Ari Benjaminsen – Klæmint A. Olsen