Skúlastríðið heldur fram

Hóast landsstýrið sigur seg hava tikið endaliga avgerð um, hvar miðnámsskúlin í Suðuroy skal byggjast, royna vágbingar og tvørámenn at fáa avgerðina broytta, og hósdagin vóru teir á fundi við løgmann um hetta

Tá ið landsstýrið í farnu viku tók avgerð um, hvar skúladepilin í Suðuroy skal byggjast, varð tað sagt, at avgerðin var endalig, og at málið nú var avgreitt.
Men hóast hetta vóru boðini frá landsmyndugleikunm, so gjørdist støðutakanin um, at skúladepilin skal byggjast í Hovi og ikki í Vági bara grundarlagið undir einum nýggjum stríði um skúlan.
Meirilutin í býráðnum í Vági roynir at øllum alvi at fáa skúlan bygdan í Vági, og hóast landsstýrið hevur lovað lagaliga fígging at byggja eitt røktarheim í Vági ístaðin, so bítir meirilutin í Vági ikki á hetta agnið. Meirilutin vil heldur hava skúlan enn røktarheimi.

Fundaðust við løgmann
Á býráðsfundi í Vági týskvøldið var eitt uppskot frá Hans J. Joensen samtykt um, at Vágs býráð er sinnað at leggja alla Suðuroynna saman í eina kommunu, um miðnámsskúlin verður bygdur í Vági og røktarheimið á Tvøroyri í staðin.
Mikukvøldið var fundur millum býráðini í Vági og á Tvøroyri, og hósmorgunin vóru umboð fyri tær báðar stóru kommunurnar í Suðuroynni á fundi við Jóannes Eidesgaard, løgmann.
Har royndi umboðini úr Suðuroy at sannføra løgmann um, at betra loysnin er at byggja skúlan í Vági og røktarheimið á Tvøroyri, og samstundis skapa møguleikar fyri, at Suðuroyggin verður løgd saman í eina kommunu.
Tað eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá løgmanni eftir fundin hósmorgunin.

Uppskot fyri løgtingið
Mikudagin legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, uppskotið um skúladepil í Hovi fyri løgtingið.
Í uppskotinum biður Jógvan á Lakjuni um at fáa loyvi til at byggja skúla fyri í mesta lagi 60 milliónir krónur. Ætlanin er, at skúladepilin, sum skal hýsa bæði miðnámsskúla og heilsuskúla, skal standa liðugur í 2008.
? Uppskotið snýr seg um at samskipa hølistørvin hjá tveimum miðnámsskúlum, sum eru smáir, og tí verða lutfalsliga kostnaðarmiklir at byggja hvør sær. Harumframt eru nógvir fyrimunir og góð framtíðarútlit, um miðnámsskúlin og heilsuskúlin verða bygdir saman í ein sjalvstøðugan skúladepil fyri Suðuroynna, sigur Jógvan á Lakjuni í viðmerkingunum til uppskotið.
Landsstýrismaðurin nevnir fleiri aðrar fyrimunir við at byggja tveir skúlar saman í ein depil í Hovi. Landið sparir pengar, raksturin verður betur og bíligari, møguleikar verða fyri breiðum samstarvi, og møguligt verður at hýsa fjølbroyttum skúlatilboðum.