Skúlataskur: Børnini hava nóg sterkan rygg

Hvørt ár koma nýggjar søgur um, hvussu tú skalt velja júst tað røttu skúlataskuna. Men veruleikin er, at foreldur ikki noyðast at hugsa um hvørja skúlatasku tey velja, tí ryggurin hjá børnunum heldur væl til næstan allar taskur.

 

Jan Hartvigsen, professari, sigur við Tv2, at eingin vandi er fyri, at børnini fáa ryggtrupulleikar av skúlataskum.

 

- Tað er kannað, og einki týður uppá, at tyngdin á skúlataskuni hevur eina neiliga ávirkan á ryggin hjá børnum, sigur Jan Hartvigsen við Tv2.

 

Meginreglan er, at skúlataskan kann viga ein fimtapart av vektini hjá barninum, men tað er ikki vísindaliga prógvað hvat mest optimala vektin er.

 

Jan Hartvigsen sigur, at taskur í dag kunnu justerast. Barnið skal bera taskuna á báðum herðum, og taskan skal sita tætt at rygginum, uttan at hanga niður á rumpuna.

 

Men tað besta er, at barnið er aktivt.

 

- Trupulleikin er ikki, at børn lyfta ov nógv – tað er, at tey lyfta ov lítið. Um børnini als ikki íðka ítrótt er tað ein størri trupulleiki enn ov nógv vekt á rygginum, sigur hann.