Skúlin í Sandvík byggjast út

Skúlin fær tvær stovur afturat, eina til teldu og eina til handverk og list

Nú skal skúlin í Sandvík byggjast út.

Hvalbiar Bygdaráð, sum Sandvík er undir, hevur amtykt at fara undir arbeiðið fyrsta dagin, so skjótt sum veðrið batnar, so at skúlin verður liðugur, tá ið hann byrjar aftur aftaná summarfrítíðina.

Levi Niclasen, bygdaráðsformaður, sigur, at tað, sum verður gjørt, er at byggja átta metrar upp eystara enda á skúlanum. Har verða so tvær nýggjar skúlastovur. Onnur skal verða teldustova og hin skal verða til handverk og list og evning.

Levi Niclasen sigur, at annars varð tosað um at lyfta hann upp ístaðin, men bygdaráðið kom til ta niðurstøðu, at rættast var at byggja frameftir jørð.

Hann sigur, at útbyggingin er neyðug, tí sum er lýkur skúlin ikki tey krøv, sum verða sett til hølisviðurskiftini.

Í skúlanum sum er, er bara tann eina skúlastovan, og har skal so alt fara fram, bæði vanlig undirvísing, telduarbeiði, evning, handverk og list og annað, sum annars krevur serlig høli.

Bygdaráðsformaðurin sigur, at skúlin í Sandvík hevur nú eisini fingið teldur, men sum er, eru tær settar upp í skúlastovuni sum er, og tað er ikki tann besta loysnin.

Tað fer at verður mett, at tað fer at kosta kommununi einar 300-350.000 krónur at byggja skúlan út.