Skúlin við Gjógv latin aftur

Lykilin var í dag snaraður endaligt í skúlanum við Gjógv. Tríggir næmingar hava gingið har seinastu árini, og tá ein nú flytir til Glyvrar, ynsktu foreldrini at flyta hini til Oyrarbakka í skúla

Skúli

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


Ein kapittul er liðugt í Gjáar søgu. Í nógv ár hevur skúli verið við Gjógv, og tá tey vóru mest – undir 2. heimsbardaga – lá talið av næmingum omanfyri 50. Síðan tá hevur talið av næmingum verið støðugt fallandi, og seinasta hálva árið hava bert tríggir næmingar verið í skúlanum.

Í dag varð lykilin tó snaraður fyri seinastu ferð. Tað váttar borgarstjórin í Sunda Kommunu, Kim Durhuus.

Sunda kommuna hevur, saman við Eiðis kommunu í longri tíð arbeitt við at umskipa skúlaøkið, men hetta er ikki orsøkin til, at skúlin nú letur aftur við Gjógv.

Seinasta hálva árið hava bert tríggir næmingar verið í skúlanum við Gjógv, eitt sysktinapar úr Gjógv og ein drongur av Eiði.

- Men tá næmingurin av Eiði nú skal flyta til Glyvrar, so verður tað heldur einsligt hjá teimum báðum syskjunum. Man hevur altíð børnini fremst í huga, so nú ynsktu foreldrini at flyta tey bæði til Oyrarbakka at ganga í skúla, sigur Jan Thomsen, lærari.

Jan Thomsen hevur verið lærari við Gjógv seinastu 11 árini, og hann sigur, at tað er ein løgin kensla.

- Eg hugsaði um tað í morgun, tá eg koyrdi til Gjáar, og nú tá eg koyrdi heimaftur, at nú var hetta also seinastu ferð. Eg havi nú verið har í 11 og eitt hálvt ár, og havi havt tað ótrúliga gott, so tað er ein løgin kensla, sigur Jan Thomsen, sum nú fer við børnunum á Oyrarbakka at undirvísa.

Børnini, lærarin og foreldur hugnaðu sær í dag í skúlanum við Gjógv við rísalamande og øðrum, áðrenn lykilin varð snaraður fyri seinastu ferð.