Høgni Mikkelsen, býráðslimur
Nú eru nakrar vikur síðani, at skúlin við løgmannabreyt lat upp fyri skúlabørnum. Foreldur kunnu ikki føla seg trygg at lata børnini fara til gongu í skúla, tí ferðslutrygdin er ikki nøktandi.
Undirritaði hevur gjørt vart við ferðslutrupuleikan til umsitingina og til forkvinnuna í teknisku nevnd, men tað hendir alt ov lítið. Kommunan hevur sagt, at tað skulu vera skúlatryggir vegir, men tað kann ein ikki siga, at tað er við nevnda skúla. Tað er ov vánaligt.
Tá skúlin byrjaði varð onki gjørt fyri trygdina hjá børnunum, og tað er alt annað enn gott. Undirritaði ringdi til kommununa og spurdi, hví gonguteigarnir og bungur ikki vóru gjørdar. Nakað eftir vóru gonguteigarnir gjørdir, og so hendi ikki meir.
Undirritaði sendi síðani teldupost til limirnar í teknisku nevnd og fólk í umsitingini, sum hava við hesi arbeiði at gera, og tá blivu nakrar strikur gjørdar á gonguteigarnar, og síðani er onki meira hent.
Tað eru ár síðani, at kommunan visti, at ein skúli skuldi byggjast við Løgmannabreyt, so kommunan kann ikki siga, at tað er nakað nýtt, at skúlin er komin.
Ætlaði ikki at fara í bløðini um hetta málið, men eg kann ikki lata vera, tí um tað er tað, sum skal til fyri at arbeiðið skal gerast liðugt, áðrenn ein ólukka hendir, so geri eg tað gleðiliga.