Fríggjadagin 20. juli klokkan 5.15 á morgni fór bussurin frá KFUK í Havn og setti kós móti flogvøllinum í Vágum. Tey, ið ikki komu við bussinum møttu okkum har. Ferðin til Standsted Airport gekk væl, og vit komu í øllum góðum til Skreens Park, har vit skuldu sova tríggjar nætur.
Á flogvøllinum í Standsted skiltust vit við IST’ararnar (6 dreingir). Teir skuldu møtast við donsku IST’ararunum, og ferðast runt í Onglandi við teimum í nakrar dagar áðrenn teir fara á jamboreeina at arbeiða.
Skreens Park er ein stór park, ið ensku skótarnir eiga. Tað er eitt stórt grønt umráði við møguleikum fyri nógvum ymiskum virksemi. Hesar dagarnar, vit hava verið her, hava skótarnir skotið við luftbyrsu, siglt í kajakk og bygt 2 tunnuflakar. Tá ið vit sigldu í kajakk fekk meginparturin av skótunum og ein leiðari karm.
Sunnudagin vóru vit á Brownsea Island, ið er ein oyggj uttan fyri býin Poole í suður Onglandi. Tað var á hesi oyggj at fyrsta skótalegan var í 1907.
Vit búgva langt frá oynni, so ferðin byrjaði tíðliga um morgunin, kl. 6.00 fóru vit við bussi. Strangar reglur eru fyri hvussu leingi ein bussførari má koyra uttan steðg, so vit nýttu høvi í steðginum fyri fyrstu ferð á túrinum, at keypa enskt góðgæti og annað.
Tað tekur 10-15 min. at sigla út til Brownsea Island frá Poole. Oyggin er friðað og tað krevur eitt loyvið at sleppa út á oynna. Hon er knappar 2 km long og 1 km breið. Á oynni er eitt ríkt fuglalív og fleiri hús har ein kundi standa og eygleiða fuglarnar. Eisini gingu vakrir páfuglar fríir runt og spákaðu.
Oyggin verður umsitin av National Trust sum umsitur øll náttúru økir í Onglandi. Ikki allir skótar eru líka fegnir um hetta. Áðrenn National Trust fór at umsita oynna vóru tað bara skótar, sum sluppu út á oynna, men nú kunnu øll bíleggja sær ein túr.
Ein lítil vøkur kirkja er á oynni og á knæskamlinum eru broderaðar pútur við skótamerkjum frá øllum jamboreelegum.
Runt í parkini vóru skilti sett upp við ymsum upplýsingum um m.a. fyrstu leguna og Baden Powell. Á einum av hesum skiltum lósu vit, at ein partur av skránni á leguni var, at tað skuldi vera tøgn frá 13-14.15.
Vit tóku felagsmynd við minnissteinin sum er reistur á oynni.
Á Brownsea Island vóru, umframt okkum, skótar úr øðrum londum og vitjaðu. Onkur føroyskur skótaleiðari møtti einum skótaleiðara, sum hann hevði verið á legu við fyrr. Eisini skuldu heilsur berast til aðrar skótar í Føroyum.
Tætt við staðið, har leguøkið hjá teimum fyrstu skótunum á Brownsea Island var, fyrireikaðu fólk jubileumsleguna. Á jubileumsleguni, sum varar tríggjar dagar verður ein skóti frá hvørjum landi og tað er Eik Óladóttir Gullbein, sum verður tann føroyski skótin, ið sleppur við á hesa leguna.
Tann 1. august verður 100 ára jubileumshaldið hildið, og tá fáa skótar kring allan heim høvi at síggja myndir frá skótaleguni á Brownsea Island. Stórskíggjar verða eisini settir upp á sjálvari jamboreeini.
Í kvøld 23. juli klokkan 22.30 koyra bussar við liðunum, Munin og Hugin, til Skotlands har Home Hospitality verður. Vit skulu koyra alla náttina og koma til ávikavist Glasgow og Dundee tíðliga á morgni. Home Hospitality varar tríggjar dagar, har vit búgva hjá vertsfamiljum, og koma at uppliva Skotland og skotska skótalívi.