Ein kanning, sum danska brúkararáðið í samstarvi við brúkararáð í fýra øðrum evropeiskum londum hevur gjørt vísir, at skaðilig evni eru pakningspappírinum, sum millum annað Sunset brúkar.
Kips, muffur, burgarar og aðrar skundverður kunnu hava skaðilig evni í sær, sum hópa seg upp í kroppinum og eru undir illgruna fyri at ávirka immunverjuna, skaða hormonir í kroppinum og økja um vandan fyri spontanari fosturtøku.
Tað vísir kanningin, sum Tænk Kemi - danska brúkararáðið - hevur gjørt.
Kipsposar frá McDonalds og Sunset Boulevard, ein muffuformur frá Select (Shell) og eitt tvíflíspappír frá Meyers sandwich vísti seg at hava eitt innihald av flourerandi evnum, sum var millum 600 og 1700 ferðir størri enn tað, sum danskir myndugleikar meta vera forsvarligt.
- Tað er talan um óynskt evni, sum hópa seg upp í menniskjum og í umhvørvinum, so tað er sera ørkymlandi, at vit enn finna evni í einum út av trimum innpakningum, hóast myndugleikarnir hava sett eitt vegleiðandi mark fyri hálvum øðrum ári síðani, sigur Stine Muller við Politiken.
Evnini eru eisini í øðrum sløgum av pakningum - eitt nú í pakkum við mikropopkorn, í klæðum, møblum og teppum.
Politiken skrivar, at granskarar bera ótta fyri hesum, tí evnini eru sera trupul at niðurbróta. Summi teirra hava heilsuliga ávirkan, millum annað kunnu tey elva til krabbamein og skaða immunverjuna.