Skaðanevnd í ferðsluni

Hanna jensen, Framsókn, vildi hava at vita um ein skaðanevnd verður sett at kanna ferðsluóhapp

Henrik old, landsstýrismaður við samferðslumálum, segði, at hann eisini hoyrdi kjakið um skaðanevndina, tá ið Ráðið fyri Ferðslutrygd fylti 40 ár.

 

-Higartil er onki gjørt frá almennari síðu við hendan spurningin. Eg veit heldur ikki, um Ráðið fyri ferðslutrygd heldur, at hetta skal raðfestast høgt, men vil Ráðið tað, so verður hetta gjørt. Hetta fer ikki at kosta serliga nógv, segði landsstýrismaðurin.

 

Hanna jensen segði, athon eftirfylgjandi hevur fingið at vita, at ein skaðanevnd fer at gera góðan mun tií hon fer at uppklára um vit hava neyðugu koyriførleikarnar.

 

Landsstýrismaðurin fegnaðist um, at í dag eru skaðarnir tíbetur ikki so ógvusligir og hann segði eisini, at eftir álvarslig ferðsluóhapp verða bilarnir kannaðir væl og virðiliga av serfrøðingum.