Skaddur í trý ár: Nú kann Filip spæla aftur

Betri deildin menn: Filip í Liða er aftur á vøllinum fyri fyrstu ferð í fleiri ár

Mynd: (AB.fo) Marius Thomassen, formaður í AB, og Filip í Liða

22 ára gamli Filip í Liða hevur ikki spæla fótbólt í fleiri ár. Argjamaðurin var millum stóru talentini hjá AB, men ein skaði í rygginum hevur gjørt, at hann hevur sitið uttanfyri síðani oktober 2019.

 

Eftir drúgva uppvenjing er hann aftur á vøllinum. Hann hevur fyribils spælt við næstbesta liðnum, men í kvøld er hann við á besta liðnum, sum skal spæla fjórðingsfinalu móti 07 Vestur í kappingini um Løgmanssteypið.

 

Filip í Liða hevur í tíðini hann hevur verið skaddur hildið seg framat sum venjari og hjálparvenjari. Spurningurin er nú um hann er tað fyrsti av fleiri argjamonnum, sum fara at koma aftur til felagið, nú tað er sær illa út í botninum. Søgan sigur, at felagið ætlar sær ein ávísa tilgongd í summar av loklum og føroyskum spælarum.

 

AB skrivar:

 

Fyri nøkrum vikum síðani spældi hann sín fyrsta dyst (fyri næstbesta liðið) í hálvtfjórða ár, og nú kunnu vit so kunngera, at hann aftur er ímillum teir leikarar á besta liðnum, sum Henrik Larsen hevur at velja ímillum. Okkara egni Filip í Liða hevur skrivað sáttmála fyri kappingarárið 2023.

 

Filip, ið framvegis bert er 22 ára gamal, hevur verið darvaður av ryggskaða í fleiri ár, men við góðum hugburði og stríðsvilja hevur hann bart seg ígjøgnum hetta og er nú klárur aftur at vera ein av argjamonnunum á Betrideildarliðnum. Fríggjakvøldið spældi vongurin við góða bóltførleikanum  fullan dyst við 2. deildarliðnum, har tað einans var svart óhepni, at hann ikki kom á máltalvuna.

 

Filip er við í hópinum í dag til fjórðingsfinaluna í steypakappingini ímóti 07 Vestur á Argjum, og kemur hann inn á vøllin, so verður hetta fyrsti dystur hjá honum á besta mansliðnum síðani 27. umfar í Betrideildini í oktober 2019.

 

Á myndini er Filip í Liða avmyndaður við formanni felagsins, Mariusi Thomassen. AB fegnast um, at ein av okkara egnu og evnaríku leikarum aftur kemur upp í part á besta mansliðnum Vit ynskja Filipi til lukku við sáttmálanum, og so ynskja vit honum og okkara monnum bestu eydnu í fjórðingsfinaluni í dag!

 

Mynd: (AB.fo) Marius Thomassen, formaður í AB, og Filip í Liða