Skaði skuggar yvir stórsigur

Europa League: Liverpool vann lættliga, men tað kostaði møguleika ein týðandi spælara

Í gjár vóru fyrru 1/8 finalurnar í Europa League. Liverpool, Marseille og  AS Roma vunnu øll við fýra málum, meðan røðin uttan taptan dyst hjá Bayern Leverkusen mundi endað.

 

Liverpool vann greiðan 5-1 sigur á Sparta Prag. Darwin Nunez ætlaði sær við yvirskriftunum. Hann skoraði tvey flott mál, men tað bleiv útskiftingin av miðverjanum, Ibrahima Konaté, ið stóð ovast eftir dystin. Hann er ein týðandi spælari og Liverpool møtir Manchester City sunnudagin. Enn er ógreitt, um miðverjin verður tøkur tá.

 

Marseille og AS Roma vunnu hvør sín 4-0 sigur á heimavølli móti ávikavist Villarreal og Brighton. AC Milan hevur eitt gott útgangsstøði við 4-2 sigri á San Siro móti Slavia Prag. Av favorittunum stóð ringast til hjá Bayer Leverkusen, ið var aftanfyri 2-0 móti Qarabağ úr Azerbadjan, men Xabi Alonso og hansara menn megnaðu at javna í yvirtíðini.

 

Returdystirnir verða um eina viku.

 

Europa League 1/8 finalur:

 

Sparta Prag – Liverpool 1-5

 

Marseille – Villarreal 4-0

 

AS Roma – Brighton 4-0

 

Benfica – Rangers 2-2

 

SC Freiburg – West Ham 1-0

 

Sporting CP – Atalanta 1-1

 

AC Milan – Slavia Prag 4-2

 

Qarabağ – Bayern Leverkusen 2-2