Heldur ikki hjá Kongshavnar Trolarafelag gekst serliga væl í 2003.
Ársroknskapurin vísir eitt hall á 14,1 mió kr., og er hetta 5 mió kr. verri enn fyri 2002.
Eginpeningur felagsins var við árslok 2,7 mió kr., men sambært ársfrágreiðingini so verður arbeitt við at økja um hendan. Í frágreiðingini sigur leiðslan, at ætlandi skal eginpeningurin hækkast við 16,5 mió kr. Partvíst við kontantum innskoti og partvíst við skuldarumlegging.
Kongshavnar Trolarafelag eigur allan partapeningin í Sp/f Selberg og Sp/f Hvítabjørn. Hartil eigur felagið tveir triðingar av innskotspeninginum í P/F Føstuvarði.