Hans Pauli Strøm,
løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
Fyri skjótt 3 árum síðani varð arbeiðsbólkur settur at fyrireika broytingar í lógini um dagpening vegna sjúku og barnsburð. Í bólkinum vóru 2 umboð fyri arbeiðsmarknaðin (Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag) og 2 umboð úr landsfyrisitingini. Fyri einum ári síðani var nevndin liðug og handaði landsstýrismanninum sítt álit við einum uppskotið til nýggja dagpengalóg. Í einum føri vóru partarnir ikki samdir, nevnliga um hvør skuldu gjalda teir tveir fyrstu karensdagarnar, sum annars semja var um at taka av. Tí vóru tvey alternativ sett opin at velja ímillum: Tey bæði umboðini fyri arbeiðsmarknaðin vóru samd um at landskassin skuldi gjalda, júst so sum hann gjaldar fyri tey alment fastløntu. Hini bæði sum umboðaðu landsfyrisitingina hildu, at arbeiðsgevararnir skuldu gjalda.
Tímalønt framvegis áløgd 1 karensdag
Nústani, næstan eitt heilt ár seinni, kemur so uppskotið, munandi broytt av fyrisitingini, til viðgerðar í tinginum. Ein høvuðsbroyting er, at nú snýr tað seg bara um dagpening vegna sjúku, tí at barnsburðarskipanin er tikin burturúr og verður gjørd til lóg fyri seg. Hinn høvuðsbroytingin er, at av teimum báðum karensdøgunum verður annar tikin burtur og settur til landskassan at gjalda. Tey sum eru fevnd av hesi lógini ? tímaløntir løntakarar, sjómenn, útróðrarmenn og sjálvstøðugt vinnurekandi sum ikki hava onnur í arbeiði ? skulu so framvegis hava 1 karensdag eftir. Tvs hesi skulu eftir uppskotinum framvegis - sum tey einastu á arbeiðsmarknaðinum - sjálvi gjalda sín fyrsta sjúkadag. Fyri at sleppa undan at taka remsuna av hesum starvsbólkum uppísamanaftur, verða tey øll í hesi grein nevnd ?tímalønt?.
Løgtingið staðfesti mannamun á Ólavsøku 1999
Høvuðstrupulleikin í dagpengalógini hevur verið teir tveir karensdagarnar, og hava vit frá andstøðuni fleiri ferðir roynt at fingið teir tiknar av. Seinast var á sumri 1999, tá eitt samt løgting setti karensdagarnar hjá fastløntum úr gildi, men samgonguflokkarnir samstundis feldu uppskotið hjá andstøðuni, um eisini at seta karensdagarnar hjá tímaløntum úr gildi. Tvs. at samgongumeirilutin hevur við atkvøðugreiðslu í løgtinginum ásett, at her á landi skal gerast mannamunur, og hetta hevur verið støðan nú síðani 1. juli 1999: meðan alment o.o. fastlønt starvsfólk hava rætt til fulla løn frá og við 1. sjúkadegi, so skulu tímalønt sjálvi bera alla mista inntøku tveir teir fyrstu sjúkadagarnar og har aftaná bara fáa eitt skert og avmarkað endurgjald.
Nú er so endiliga uppskotið komið, og tingið fær hervið høvið til at rætta nakað upp av tí skaða, sum gjørdur er. Fáa vit bøtt um lógaruppskotið á fleiri økjum, men fyrst og fremst rættað tað ljótað brekið, at tímalønt skulu framvegis hava ein karensdag, so kann hetta blíva eitt stórt arbeiðsmarknaðarpolitiskt framstig.
Løgtingið má ikki aftur lóggeva mannamun!
Sjálvandi er tað frægari, at tímalønt nú ikki longur skulu hava 2 men bert 1 karensdag. Men tað skerst ikki burtur, at tað er ein vanærilig framferð, um løgtingið nú aftur skal lóggeva ein mannamun: kann løgtingið koma sær við lóg at diskriminera, at áseta mun millum tey rættindi, sum ymiskir starvsbólkar skulu hava á arbeiðsmarknaðinum ? Hetta kann undir ongum umstøðum góðtakast. Vit kunnu sjálvandi vísa til javnrættindi, mannarættindi og grundlóg. Men okkum nýtist ikki at fara so langt. Tað er eisini sagt stutt og greitt í álitinum hjá arbeiðsbólkinum, sum gjørdi upprunaliga uppskotið, at mannamunur skuldi ikki gerast:
?Bólkurin er av tí fatan, at høvuðsendamálið við lógini er at veita endurgjald fyri mista inntøku, eisini 2 teir fyrstu dagarnar. Havast skal eisini í huga, at starvsfólk á almenna arbeiðsmarknaðinum við lóg eru frítikin frá ?karensdøgunum?, og tí er tað ógviliga órættvíst, at arbeiðsfólkini á privata arbeiðsmarknaðinum framvegis ikki skulu fáa endurgoldið fyri mista inntøku tveir teir fyrstu dagarnar?.
Løgtingið skal eisini ansa sær í hesum málið. Føroya Arbeiðarafelag sigur í sínum ummæli av uppskotinum, at ?vit meta tað eisini vera brot á vanliga galdandi regluna um líka viðgerð av borgarum landsins?, um løgtingið samtykkir uppskotið hjá landsstýrinum og lóggevir mismun á ymiskum starvsbólkum. Og tað er álvarsligt tá felagið sigur, at ?vit ætla at royna henda spurningin í rættinum?.
Arbeiðsgevarar mugu taka fyrsta sjúkadagin
Lógaruppskotið er í løtuni í løgtingsins trivnaðarnevnd. Vónandi kann har fáast meiriluti fyri at gera eitt broytingaruppskot, sum áleggur arbeiðsgevarum at gjalda fyrsta sjúkadagin. Undir 1. viðgerð av málinum vístu fleiri av flokkunum hesum positivan áhuga. Í tí sambandi vísti landsstýriskonan í almannamálum, Helena D. á Neystabø, eisini á møguleikan fyri at gera eina inngjaldsskipan fyri privatar arbeiðsgevarar, so teir við einum inngjaldið uppá 0,2% av útgoldnu lønini kunnu fíggja tær uml. 6 mió.kr. um árið, sum fyrsti sjúkadagur er mettur at kosta. Almannastovan kann framvegis umsita skipanina, so tað slepst undan óneyðugari eyka umsiting, tvs. Almannastovan útroknar og leggur út fyri 1. sjúkadag, men krevur gjaldið innaftur frá arbeiðsgevarunum.
Dagpeningaupphæddin ger eisini mannamun
Dagpeningaupphæddin skal útroknast eftir miðalinntøkuni eitt undanfarið tíðarskeið. Men eftir uppskotinum skal verða eitt loft yvir hesi upphædd: uttan mun til hvussu stór inntøkan hevur verið, so kann dagpengaupphæddin í mesta lagið verða 80% av eini ófaklærdari arbeiðaraløn, tvs. einar 11.600 kr. Hví hetta loftið skal vera, er ilt at skilja og enn verri at góðtaka. Tí táið nú øll fastlønt starvsfólk og tænastumenn ? uttan at nakar setir spurnartekin við tað ? eiga rætt til fulla og óskerda løn undir sjúku ? uttan mun til hvussu høg løn teirra er ? hví skal so ein tímaløntur arbeiðari, handverkari, sjómaður ella útróðrararmaður hava eitt so lágt loft á tí endurgjaldi, sum hann kann fáa, svarandi til 4/5 av eini ófaklærdari arbeiðaraløn ? Hvat er argumentið fyri hesum mannamuni ? Heldur nakar tað vera bíligari hjá einum tímaløntum forsyrgjara at vera sjúkur enn hjá einum fastløntum ? Hevur ein tímaløntur ikki sama tørv á fullum endurgjaldi, sum tann fastlønti? Henda ótrúliga smáligheit eigur ikki at góðtakast, og tí eigur loftið at lyftast munandi ella heilt takast burtur.
Dagpeningatíðarskeiðið er ov stutt
Táið lógaruppskotið ásetir, at tímalønt kunnu fáa dagpening í upp til 20 vikur, so er ongin grundgeving fyri, hví skeiðið skal avmarkast til júst 20 vikur. Í øðrum londum er skeiðið munandi longri ? t.d. er tað 1 ár í Danmark. Og í okkara komandi lóg um dagpening vegna barnsburð er skeiðið 26 vikur. Tað rætta eigur sjálvandi at verða, at sjúkadagpening eigur tú so longi tú ert sjúkur. Ert tú blivin varandi sjúkur, eigur tú sjálvandi at koma undir aðrar skipanir, men tað eigur so at vera eftir læknaligari avgerð. Ella sum enn betri sagt av Føroya Arbeiðarafelag í tess ummæli, at ?dagpeningaveitingin eigur at latast so longi løntakarin er sjúkur ella til serlæknafrágreiðing staðfestur, at viðkomandi ikki verður arbeiðsførur aftur?.
Tí eru hendan ætlaða avmarkingin til 20 vikur aftur eitt dømi um hesa ótrúligu smáligheitina og gírigheitina - eins og tann skerda endurgjaldsupphæddin og ætlanin at varðveita ein karensdag ? sum samfelagsins ovastu sýna, tá tað ræður um tey tímaløntu.
Tað er í hesum sambandi vert at minnast til, at júst tann parturin av arbeiðsfólki, sum henda lógin fevnir um, oftast eru tey við teim vánaligastu arbeiðsumstøðunum, tí strævnasta og ótýdligasta og ofta óstøðuga arbeiðinum, og við teim lægstu lønunum. Tí er tað skammiligt, at samfelagsins politisku myndugleikar harumframt skulu skipa lóggávuna so, at hon veitir júst hesum tær vánaligastu sømdirnar.
Táið børn eru sjúk
Eitt annað dømi um henda støðuga mismun, sum verður framdur, er tá tað snýr seg um dagpening í smb. við sjúku hjá børnum. Tann ásetingin, sum nú er komin inn í lógina, gevur arbeiðsfólki ein møguleika ? men ein ómetaliga skerdan møguleika ? at fáa dagpening at verða heima hjá sjúkum barni. Sum landsstýrið sigur í viðmerkingunum: ?Ætlanin er ikki, at hetta skal vera ein generel skipan, har tú fært endurgjald fyri at vera heima hjá sjúkum barni. Treytin er, at álvarsligur vandi er fyri lívinum ella heilsustøðuna hjá tí sjúka, og at læknin metir, at tað er av alstórum týdningi, at persónurin er burtur frá arbeiði, fyri at vera um tann sjúka.? Tvs. at tað skal altso snúgva seg um lív ella deyða hjá barninum ? bert tá kanst tú sum vanligt arbeiðsfólk allernådigst fáa dagpening at sleppa at vera heima hjá barninum.
Her er sanniliga munur á monnum og kvinnum, tá hugsað verður um, at almennu starvsfólkini og flestu onnur fastløntu eiga rætt til at kunna verða heima hjá sjúkum barni við fullari løn í upp til 10 dagar um árið, og eru tað fleiri børn undir 10 ár, so upp til 20 dagar. Og hetta uttan byrokratiskt kontrol og læknaváttanir. Men tað vanliga arbeiðsfólkið ? ? nei har eru kostirnir ikki so mjúkir! Tað er nú ein løgin hugburður samfelagsins ovastu hava til teirra, sum taka tey tyngstu tøkini og hava tær ringastu umstøðurnar.
Hetta vóru bert nøkur fá, men kanska tey grefligastu lýtini við uppskotinum til nýggja dagpengalóg. Samantikið er nógv at bøta um og rætta upp í hesum lógaruppskoti. Møguleikin er har, men tað er í stóran mun upp til løgtingsins trivnaðarnevnd, har uppskotið í løtuni er til viðgerðar.