- Eg haldi, at allir føroyingar eiga at fáa lut í tí velduga fiskiríkidømi, vit eiga í uppsjóvarfiski. Tað hevur nógv størri týdning, at hetta ríkidømi verður deilt geografisk út á økini heldur enn, at so stórur dentur verður lagdur á at leggja gjald á tilfeingi - ella at selja tilfeingið.
Tað heldur Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna kommunu.
Nú makrelkvotan er økt upp í umleið 150.000 tons, samstundis sum Føroyar eisini eiga stóra svartkjafta-og sildakvotu, vónar borgarstjórin, at Vestmanna aftur kann fáa lut í hesum stóra fiskiríkidømi, sum er í okkara sjógvi.
- Í løtuni eiga vestmenningar einki uppsjóvarloyvi, men tað var tann tíð, tá Vestmanna átti part í uppsjóvarkvotunum. Skip, sum vóru heimahoyrandi í Vestmanna, vóru eitt nú Gullfinnur, Pelagos, Fram og seinast Olaf í Garðastovu.
Pauli T. Petersen sigur, at vestmenningar hava eitt brennandi ynski um at fáa eitt uppsjóvarloyvi aftur til Vestmanna, soleiðis verulig gongd kann koma á aftur vinnulívið í bygdini, bæði á sjógvi og landi.
- Tá havt verður í huga, at bygdin áður hevur verið partur av hesum tilfeingi, sum í dag er nógv størri enn nakrantíð, haldi eg, at vit nú eiga tørn at fáa lut í hesum kvotum og innflutningsloyvi til skip.
Borgarstjórin heldur, at allir føroyingar eiga at fáa lut í tí velduga fiskiríkidømi, sum vit eiga. Hann heldur, at tað hevur nógv størri týdning, at hetta ríkidømi verður deilt geografisk út á økini heldur enn, at so stórur dentur verður lagdur á at leggja gjald á tilfeingi - ella at selja tilfeingi.
Pauli sigur, at verður fiskiríkidømi selt, fáa vit sama mynstur, sum vit longu hava í dag, har somu aktørar verða í vinnuni, og tá verður ikki pláss fyri nýggjum aktørum, soleiðis at fleiri økir kring landið kunnu fáa atgongd til tilfeingið.
- Tað er rationelt at hava nakrar størri eindir, men neyðugt er eisini at hugsa um trivnaðin og at stuðla undir eina menning úti um landið, tó at avopið tá kanska ikki verður eins stórt.
Hann heldur, at eykaavlopið við størri eindum eftir hansara tykki er peanuts í mun til tað virðið, sum trivnaðurin kring um landið kann skapa, um økini fáa lut í stóra fiskiríkidøminum.
Borgarstjórin heldur, at ymiskir møguleikar eru, hvussu hetta kann gerast.
- Ein møguleiki er, at ein ávísur partur av fiskirímidøminum verður tillutaður ávísum geografiskum økjum, men kann fiskast av øðrum so leingi, sum skip ikki eru keypt ella leigað til økið. Í slíkum føri eiga ávísar bindingar at liggja á teimum, sum sleppa at fiska upp á loyvi hjá viðkomandi, sigur Pauli T. Petersen.