Hoyvíkar kirkja
Katrin Dahl er ein av teimum, sum hevur verið við í arbeiðnum við Hoyvíkar kirkju síðani byrjanina. Hon sigur, at hon veruliga gleðir seg til farið verður í gongd við arbeiðnum.
? Tað er heilt víst, at okkum tørvar eina kirkju her uppi. Um stutta tíð verða vit næststørsti býur í Føroyum, næst eftir Havnina, og tað ber ikki til, ikki at hava eina kirkju fyri okkum sjálvi, heldur Katrin.-
Drúgt arbeiði
? Fyri 20 árum síðani sóu vit, at býurin fór at vaksa. Tí fóru vit tá undir fyrireikandi arbeiði, til at fáa eina kirkju í Hoyvíkshagan, greiðir Katrin Dahl frá.
Tey útskrivaðu tá eina arkitektakapping um nýggju kirkjuna. Eini 14 uppskot komu inn, og uppskotið hjá Albert Isfeldt og hansara fólki vann tá 1. virðisløn.
? Vit ætlaðu tá at fara undir at byggja alt fyri eitt, men vit høvdu ikki serliga nógvan pening. Vit væntaðu tó, at feløg, fyritøkur og onnur fóru at vilja stuðlað kirkjuni, men tað vísti seg ikki at ganga. Tey vildu, at arbeiðið skuldi byrja, og so vildu tey hugsa um tað, tá tey sóu hvussu tað fór at verða, minnist Katrin.
Tey hildu tað tó verða nakað váðamikið at fara undir at byggja, uttan at vita, um peningaligur stuðul fór at koma. Tí varð ætlanin løgd á hyllina, og har lá hon í 20 ár.
Hesi 20 árini er tó ein ávís upphædd av gjaldinum, sum kirkjurnar í Havn fáa, blivin sett av til kirkjuna í Hoyvík, og nú verður mett, at tað er forsvarligt at fara í gongd við arbeiðið.
Eginognin er nú tveir triðjingar av kostnaðinum og lán verður tikið uppá tað, sum restar í.
Sakna egna kirkju
Katrin greiðir frá, at hóast tey á sinnu roknaðu við, at Hoyvíkin fór at vaksa munandi, so høvdu tey aldrin droymt um, at hon fór at vaksa so nógv, sum hon hevur seinastu árini.
? Vit hava verið noydd at broyta upprunaliga uppskotið nakað, tí upprunaliga kirkjan hevði verið ov lítil til alt fólkið, sum nú býr í Hoyvík. Tí verður kirkjan eisini nakað dýrari enn upprunaliga ætlað, greiðir Katrin frá.
Hon heldur, at fólk í Hoyvík veruliga sakna ein kirkju sum er teirrra. Og tað verður tí eingin trupulleiki at fylla hana, hóast rákið í hinum norðurlondunum hevur verið, at kirkjurnar gerast alsamt tómari.
? Hatta ivamálið er ikki nakað, sum vit skulu taka við, frammanundan at kirkjan er bygd. Tí hyggur tú í kirkjurnar í Føroyum, so eru tað nógv fólk hvønn sunnudag. Eg ivist tí onga løtu í, at hoyvíksfólk eisini fara at taka sína kirkju til sín. Vit fara í øllum førum at gera alt, sum stendur í okkara magt, at fáa fólk at verða góð við hana. Og at halda negativa rákinum úr útlondunum burtur, staðfestir Katrin Dahl.
Hon leggur afturat, at undirtøkan og áhugin millum manna, bendir á alt annað enn eina kirkju, sum fer at standa tóm.
? Fólk gleða seg og tey eru óalmindiliga positiv, so eg beri ongan ótta fyri hasum, staðfestir hon.
Katrin sigur seg eisini vóna, at sambandið og samstarvið ímillum skúlan og kirkjuna fer at verða gott, eftirsum tey fara at verða síð um síð.
? Tey í skúlanum eru ógvuliga spent uppá kirkjuna. Og um vit fáa vant hoyvíksbørn við kirkjuna beinanvegin, heilt frá tí, at tey eru smá, so er møguleikin fyri, at tey veruliga taka hana til sín, ógvuliga stórur, sigur Katrin.
Hon heldur, at øll fólk mugu hava okkurt at hella sítt høvur á, og um tað ikki verður kirkjan, so verður tað okkurt annað. Allarhelst okkurt rák úr eysturheiminum, sum vísir seg vera so vælumtókt i grannalondunum.
Funktionel og flott kirkja
Kirkjan fer at verða miðpunktið í Hoyvíkini, og hon fer at liggja við síðuna av skúlanum.
? Vit ætla at útbjóða longu í januar 2005. Vónandi verður spakin settur í um februar/mars, og ætlanin er, at kirkjan skal verða liðug á hvítusunnu í 07, sigur Katrin.
Í skipinum á nýggju kirkjuni fara 400 fólk at rúmast. Afturat tí, verður ein tilbygningur við dragihurðum, sum at kalla kann skoytast upp í skipið. Har rúmst 200 fólk. Hesin tilbygningurin kann so eisini nýtast til onnur ting, sum konfirmantfyrireiking ella sunnudagsskúla. Eisini verður eitt kjallararúm til at taka, og nýggja kirkjan fer eisini at hava eitt kapel.
? Hetta verður ein ótrúliga flott kirkja. Ljós verður í torninum, so tað fer at síggjast langvegis frá. Upprunaliga ætlanin er eisini at hava kopartak og laðað grót allanvegin framvið. Enn vita vit ikki um vit hava ráð at gera hetta beinanvegin, men ætlanin er so, at tað skal koma so líðandi, greiðir Katrin frá.
Tað eru tó nøkur ting, ið ikki eru tikin við í kostnaðin av kirkjuni. Tað eru urgan, kirkjuklokkan og kirkjusilvurið.
? Vit vóna, at vit fáa eina innsavnan í lag, soleiðis, at hoyvíksfólk sjálvi fáa møguleikan at lata kirkjuni hesi tingini. Ella í øllum førum at hjálpa til at fíggja tey, sigur Katrin.
Endalig avgerð er ikki tikin um altartalvuna enn, men Katrin veit at siga, at valið stendur ímillum tveir møguleikar.
? Tá vit á sinni fóru undir arbeiðið við kirkjuni, var Eivind Vilhelm, sáli og fyrrverandi bispur, ein av eldsálunum í arbeiðnum. Hann keypti einaferð ein kross, sum skuldi nýtast til altartalvu í Hoyvík. Krossurin stendur í dag úti á bispagarðinum, men spurningurin er, um ikki hann verður ov lítil, nú kirkjan verður størri enn ætlað. Hin altartalvan er ein málningur, sum Halstein Mikkelsen hevur málað og ognað Føroyum við tí treyt, at hann skuldi heingjast í eina kirkju. Higartil hevur hann hingið í Meinigheitshúsnum, men vit fara nokk at leggja eitt boð inn, so málningurin kann gerast okkara altartalva. Og vit finna nokk eisini pláss til krossin, um enn tað ikki verður sum altartalvu, sigur Katrin.
? Kirkjan skal vera ein virðiligur bygningur, sum allarhelst skal standa í fleiri hundrað ár. Og hon eigur at mynda byggilistina í tí tíðini, tá hon er bygd. Tað haldi eg, at Hoyvíkar kirkja fer at gera, staðfestir Katrin Dahl at enda og leggur afturat, ? Nú mugu vit bara biðja til, at alt gongur sum tað skal, so vit sleppa í okkara egnu kirkju í 2007.