Mín pástandur er, at tað eru ikki tænastur frá almennu Føroyum ella almenn arbeiðspláss, sum draga fólk til meginøkið. Tað er hinvegin ein veruleiki, at miðøkið er einasta økið í landinum, sum hevur orku til at bjóða fólki umstøður, tey trívast við. Fólk vilja búgva her og útisetar vilja onga aðrastaðni búgva, tá og um tey flyta heimaftur.
Pástandurin hjá Brandi um, “at fáa ung heimaftur fyri at vaksa um almennu fyrisitingina gevur onga meining” vísir væl hugsunarháttin, tí Tórshavnar kommuna hvørki skapir almenn arbeiðspláss ella á nakran hátt dregur fólk til Havnar til at virka innan tað almenna.
Tvørturímóti berjast vit ein náðileysan bardaga at varðveita almennar stovnar og arbeiðspláss, so teir ikki verða tvingilsfluttir úr býnum, til stóran ampa fyri starvsfólk og avvarðandi. Hetta merkir ikki, at vit gloyma útjaðaran, tí vit hava eisini ein rættiliga vælvirkandi útjaðara í Tórshavnar kommunu, bygdir og oyggjar.
Almennur stuðul frá Fólkaflokkinum?
Brandur vísir síðan á, at “í øðrum londum hevur man fyri fleiri árum síðani viðurkent, at tiltøk eru neyðug til tess at tryggja at lív eisini er í útjaðaranum.” Ein sera ivasamur pástandur, men tað er kortini væl akkurát tað, føroyingar hava gjørt. Vit brúka lutfalsliga øgiligar upphæddir til samferðslu og trivnað í útjaðaranum.
Tað mest ótrúliga er pástandurin, at “vit missa stórt ríkidømi, tann dagin bygdir og oyggjar avtoftast. Vit mugu tí sum skjótast seta skipanir í verk, ið stimbra hugin at búleikast í útjaðaranum”, og so skjýtur fólkafloksmaðurin upp, at tað almenna skal fíggja hesar skipanir uppá bekostning av miðøkinum, sum annars hevði notið væl av íløgunum.
Høvuðsstaðurin er tann einasti, sum kann tryggja, at Føroyar kunnu kappast við býirnar í grannalondunum um hesar fortreytir – og soleiðis eisini um tey komandi ættarliðini. Men vit kunnu ikki byggja nakað samfelag út við at drena høvuðsstaðin fyri fólk og orku fyri at halda lív í einum útjaðara, har fólk ikki vilja búgva.
Vit kenna fakta
Uppskotið um at drena Vinnuframagrunnin til endamálið og veita almennan stuðul til útjaðaran er fyri tað fyrsta vánaligur fólkaflokspolitikkur, í øðrum lagi púra burturvið.
Í gomlum døgum fóru føroyingar á háskúla í Danmark. Tað kostaði at ferðast, nógv komu ongantíð heimaftur. Serliga genturnar komu ikki aftur. Tað vil siga, vit høvdu sama trupulleika tá sum nú. Vit høvdu ikki nógmikið at bjóða teimum, til tess at lokka tey heimaftur.
Munurin millum tá og nú er, at nú vita vit, hvør orsøkin til. Tí vit hava í áravís kannað í Danmark og í Bretlandi fyri at vita, hvat hevur týdning fyri avgerðina hjá teimum ungu um, hvar tey velja at liva og virka, tá tey eru liðugt útbúgvin. Eins og aðrastaðni í verðini er mentanarlívið ein avgerandi faktorur.
Vit vita, at tá tað fyrr vóru vinnukarmar og vinnumøguleikar, ið avgjørdu, hvar fólk valdu at seta búgv, er tað í dag í stóran mun mentan, og í hvønn mun samfelagið er tollynt móti alternativt hugsandi fólki. Og sum eg havi endurtikið óteljandi ferðir – ungdómurin treytar sær at búgva í Havn, skal hann koma heimaftur.
Vit hava ein útjaðara
Tað eigur heldur ikki at koma nøkrum dátt við, at Havnin sum høvuðsstaður hevur nógvar fíggjarligar skyldur álagdar, sum onnur ikki hava. Tvørturímóti lyftir Havnin fleiri landsuppgávur.
Vit hjúkla eisini eftir førimuni um okkara útjaðara, men vit blaka hvørki kommunalar ella almennar pengar eftir lokalum prosjektum, sum ikki eru burðardygg. Útjaðarin skal ikki yvirliva av almennum stuðuli, men av burðardyggum hugskotum, sum bera seg undir somu fortreytum sum aðrastaðni.
Útjaðarin kann bert yvirliva, um fólk hava vilja til at búseta seg har. Vit kunnu ikki tvinga tey og eiga ikki at gjalda teimum fyri tað.
Vit mugu hava ein munandi búskaparvøkstur og ein veruligan fólkavøkstur, skulu vit framhaldandi mennast sum vælferðarsamfelag. Antin vaksa vit ella minka vit. Her finst eingin millumvegur, og allar framrokningar vísa, at vit í Føroyum um 25-30 ár verða eini 15-20.000 fólk færri enn í dag, um vit lata standa til. Gera vit onki, kann samfelag okkara fara fyri bakka – fyrst spakuliga og síðani skjótt.
---
At ágangurin á Havnina heldur fram sigur okkum fyrst og fremst, at vit framvegis ikki hava skilt boðskapin um, at tá Havnin hevur tað gott, hevur restin av Føroyum tað gott. Eg havi endurtikið óteljandi ferðir, at tað er eitt faktum, at er ikki framgongd og vøkstur í Havnini, so er afturgongd í Føroyum.
Skulu Føroyar yvirliva og mennast sum land og standa seg í altjóða kappingini um vitan og tilfeingi, er neyðugt at sleppa stuttskygdum ætlanum, sprotnar úr lokalum ørvitiskapi, sum fyri samfelagið kosta tað tvífalda og tvinga okkara ungu fólk av landinum at nema sær útbúgving og finna nøktandi fakligar avbjóðingar.
Harnæst er tað at keypa sær atkvøður úr útjaðaranum við peningi úr Vinnuframagrunninum eitt sindur ússaligt.