Skansi Offshore P/F hevur í dag, hin 26. mars 2015, havt ársaðalfund, har ársroknskapurin fyri 2014 varð lagdur fram og góðkendur.
Hesum boðar Skansi Offshore frá í dag í tíðindaskrivi.
Ársúrslitið hjá samtakinum gjørdist eitt yvirskot á 93 mió. kr., harav minnilutaeigarar eiga 36 mió. kr. Eginpeningur samtaksins við árslok í 2014 var 257 mió kr. og parturin hjá minnilutaeigarum 191 mió. kr., til samans 448 mió. kr. Við árslok í 2014 javnvigaði fíggjarstøðan hjá samtakinum við 1,5 mia. kr.
Nevnd og stjórn eru nøgd við úrslitið, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Skansi Offshore eigur og rekur 5 nýmótans frálandaskip, harav øll arbeiða í Norðsjónum í løtuni.
Marknaðurin fyri frálandaskip er undir trýsti í løtuni orsakað av ov stórum útboði av skipum og minkandi íløgum hjá oljufeløgunum. Ein týðandi orsøk til minkandi íløgurnar er stóra fallið í oljuprísinum seinastu tíðina, sigur felagið.
Skansi Offshore hevur langtíðarsáttmálar fyri meginpartin av flotanum við stór og vælkonsolideraði oljufeløg, sum BP og BG.
Tí eru vónirnar fyri 2015 góðar, havandi í huga at flestu skipini longu eru sáttmálabundin alt árið, upplýsir Skansi Offshore í tíðindaskrivinum.
Hjá Skansi Offshore samtakinum starvast í dag 135 starvsfólk, harav 120 sjófólk, allir føroyingar.