Meðan landsstýrið stríðist við minkandi inntøkur og vaksandi útreiðslur, hevur tað framvegis funnið pláss fyri einum skattalætta í 2006.
Samgongan gjørdi eina avtalu um at veita skattalætta fyri 60 milliónir krónur í nøkur ár, og hóast búskaparligu útlitini ikki eru tey somu, sum tey hava verið, heldur landsstýrið fast um skattalættan.
Tað hava verið røddir frammi í samgonguni um, at skattalættin skuldi strikast, men serliga fólkaflokkurin hevur tvíhildið um, at skattalættin framvegis skal latast.
Og nú uppskotið til fíggjarlóg fyri 2006 er lagt fram, staðfestir landsstýrið, at tað framvegis eru ráð at lata skattalætta í 2006.
Vit hava ikki enn gjørt av, hvussu vit fara at lata skattalættan, og møguliga verður hann latin øðrvísi enn seinast. Men tað verður ein lætti fyri 60 milliónir krónur, og nú fara vit at gera av, hvussu hann skal latast, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum.
Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum sigur, at fólk koma ikki at merkja skattalættan á sama hátt næsta ár, sum tey gjørdu í ár, tí væntandi fer kommunuskatturin at hækka, og gjaldið til barsilsskipanina fer helst eisini at hækka.
Vit leggja nú barnaforsorgina út á kommunurnar og barsilsskipanina út á arbeiðsmarknaðin, og tí er tað rætt at kompensera fyri hetta í landsskattinum. Um vit ikki lótu hendan skattalættan, so hevði tað í grundini merkt eina stóra skattahækking hjá fólki, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Vil tað so siga, at tit nú brúka tær 60 milliónirnar, sum skuldu verða ein veruligur skattalætti, til at kompensera fyri , at eitt nú kommunuskatturin hækkar?
Soleiðis haldi eg ikki, at tað ber til at siga. Vit veita ein skattalætta fyri 60 milliónir krónur, og samstundis leggja vit nøkur øki út til kommunurnar og arbeiðsmarknaðin. Vit ætla at gera skattalættan soleiðis, at øll fáa ein ágóða, sigur landsstýrismaðurin