At fíggjarmálaráðharrin í mongum gongur inn fyri borgarligum fólkaflokspolitikki er neyvan heldur nakað dulsmál longur. Málið hjá Fólkaflokkinum og harvið landsstýrinum er at lækka skattin, at privatisera, at skerja ella minka játtaninar til almennar tænastustovnar fyri bert at nevna nakað. Samtíðis verður kravt, at tænastustøðið hjá somu almennu tænastustovnum skal vera tað sama ella helst betur. At Tjóðveldisflokkurin er farin uppá vognin hjá Fólkaflokkinum síggja vit best í sambandi við játtaninar á fíggjarlógini til Strandferðsluna og sjúkrahúsøkið. Hetta hendir um somu tíð, sum metstórt yvirskot er á fíggjarlógini.
TAÐ vit hava frætt er, at hetta yvirskotið skal brúkast til at konsolidera við til verri tíðir. Hetta ljóðar skilagott, men hetta er ikki veruliga orsøkin. Hon er fullveldið. Fíggjarmálaráðharrin og floksfelagar hansara í Tinganesi vilja - og tað eru teir eisini noyddir til - vísa í verki, at vit eru før fyri at klára okkum sjálvi búskaparliga, og tað kann jú bert gerast, um vit vísa sparsemi og hóvsemi og hava stór yvirskot á fíggjarlógini, sum væl einaferð skulu koma ístaðin fyri blokkin. Slíkt er logiskt og solangt kann man fylgja teimum. Men so mugu teir eisini viðganga yvirfyri Føroya fólki, at politikkurin er at spenna lívreimina inn bæði tá tað viðvíkur tænastum, sum Strandferðslan og sjúkrahúsini skulu veita. Ístaðin fyri at viðganga hetta fara teir upp í kórið hjá teimum borgarligu og tosa um privatisering og um at krevja meira av hesum stovnum. Tað er ein áfrávíkilig sannroynd, at tað ber ikki til at varðveita eitt høgt tænastustøði, um tú ikki gevur stovnunum tú krevur hetta av neyðugu midlarnar. Júst støðan á Strandferðsluni og eitt nú Landssjúkrahúsinum eru talandi dømi um hesa øvugtu gongd. Vit síggja í dag, at eitt nú borgarligu flokkarnir í Danmark eru farnir at innsíggja, at tú kanst ikki seta skattin niður og samtíðis hava eitt vælútbygt heilsuverk. Teir góðtaka tí í dag eitt høgt skattatrýst, tí teir síggja, hvussu týdningarmikið tað er ma. at hava eitt vælvirkandi sjúkrahúsverk. Í hesum døgum hava føroyskir læknar gjørt vart við, at politiski myndugleikin í Føroyum virðir ikki tey krøv, sum í dag verða sett í Norðurlondum til eitt nýtímans sjúkrahúsverk. Vit eru rætt og slætt eftirbátur.
TJÓÐVELDISFLOKKURIN er størsti flokkur.Hann situr á pengakassanum. Hann hevur sett sær sum mál metstórt yvirskot á fíggjarlógini. Men tá má hann eisini taka sær høvuðsábyrgdina av, at so týðandi stovnar sum Strandferðslan og sjúkrahúsini ikki fáa veitt tær tænastur, sum flest allir samfelagsborgarar ynskja og krevja. Meðan Karsten Hansen situr á kassanum, ið er á tremur við pengum, so sindrast so stovnar sum Strandferðslan og Landssjúkrahúsið. Tað er ómoralskt at liggja oman á so nógvum pengum og lata alt syndrast rundan um seg. Endamálið er at geva borgarunum eina góða tænastu, men í dag fáa teir alt ov lítið fyri tann skatt teir gjalda. Skulu borgararnir velja millum skattalætta og góðar tænastur, so velja teir góðar tænastur. Tað vit síggja er ein kaldur og kyniskur politikkur, har fólkafloks- og tjóðveldismenn ganga hond í hond.