Á skattaveiðu í Bíbliuni

Heimamissiónsforlagið hevur júst givið út tvær nýggjar barnabøkur. Tey eldru børnini kunnu fara á skattaveiðu í Bíbliuni, meðan tey minstu hava fingið sína egnu bønarbók.


 
Stóra Skattaveiðan er ein øðrvísi bók á nógvar hættir. Við fýra børnum fara vit á spennandi skattaveiðu gjøgnum Gamla Testamenti í Bíbliuni. Í bókini finnur tú tekningar til Nóa ørk, tú fært loyvi til at hjálpa Ábrahami á hansara longu ferð, og at byggja sáttmálaørkina.
Í bókini eru lummar við uppgávum og spølum, sum seta ferð á hugflogið. Hetta er ein spennandi háttur at læra søguna um Guds fólk.
Bókin er ætlað børnum upp til 10 ára aldur, og er væl egnað til kristniundirvísing í skúlunum.
Fótbóltsleikarin Tór Ingar Akselsen hevur týtt bókina úr enskum.
Bønarbókin fyri børn er vakurt prýdd við myndum. Í bókini eru barnavinarligar bønir, sum kunnu vera við til at venja børnini at biðja til Guds og minna tey á, at Gud ansar øllum heiminum, og hvørjum einstøkum. Her eru bønir til ymiskar umstøður og til serstakar dagar, bønir fyri familju, vinum og skúlanum og at enda Faðir vár.
Jóngerð Mikkelsen hevur týtt bókina úr enskum.