Sæð í tí ljósinum, so haldi eg, at tað er sera gott, at Kringvarp Føroya hevur brúkt nógva orku uppá Suðuroyartunnilin. Hetta er jú størsta verkætlan í Føroya søgu.
Tað er rætt og gott at KVF tekur upp spurningar viðvíkjandi:
• Linjuføring av sjálvum tunlinum
• Trygd í tunlinum og undir arbeiðinum
• Vegaføringar til og frá tunlinum bæði í Suðuroynni og í Sandoynni
• Fíggjarliga partin, bæði kostnaðarmeting og ávirkan á samfelagið
• Umhvørvið og náttúru – og ávirkan á hesi.
• Hvønn týdning hevur Suðuroyartunnilin fyri Suðuroynna, hvørjar møguleikar skapar hetta os.fr.
• Og so framvegis...
Mánadagin fyri 3½ vikum síðani varð málið um Suðuroyartunlinum lagt fram fyri almenninginum á 2. sinni, eftir at málið í Løgtinginum í mai fór aftur í nevnd – og Løgmaður síðani, í samráð við flokkanir á Løgtingi, setti ígongd eitt greiningararbeiðið. Niðurstøðurnar frá tí arbeiðinum vórðu lagdar fram í Tinganesi 20. oktober.
KVF hevur síðani brúkt nógv tíð uppá fleiri av omanfyri nevndu tættum. Tað haldi eg er gott og neyðugt. Viðgerðin hevur eisini verið kritiskur – tað er eisini rætt og gott.
Men vinkulin hevur hinvegin verið rættiliga einsíðugt neiligur.
Nógv ymisk fólk hava fingið høvið til at gera viðmerkingar til uppskotið, bæði til linjuføring, tosa um trygd, um fíggjarliga partin, um ávirkan á náttúru og umhvørvið og so framvegis. At kalla øll (uttan løgmaður, sum er sloppin til orðanna) hava verið neilig um Suðuroyartunnilin.
Har hava verið nógvar atfinningar, t.d. um linjuføringina, um vegaføringina, um havnarlag og arbeiðsøkið í Skúvoynni, um kostnaðin, um trygd, um ávirkan á náttúru og umhvørvið. Og tey, sum hava staðið fyri greiningararbeiðinum - PF Suðuroyartunnilin, Norconsult, Løgmansskrivstovan os.fr. - hava eisini verið fyri atfinningum.
Summi sleppa ikki til orðanna
Nú tað eru 3½ vikur síðani at PF Suðuroyartunnilin legði fram dagførdu ætlanina, hevur KVF enn ikki tosað við t.d. Teitur Samuelsen stjóra í PF Suðuroyartunlinum ella við onnur í tunnilsfelagnum, ella við fakfólkini í Løgmansskrivstovuni, sum hava arbeitt við uppskotinum um Suðuroyartunnilin síðani á vári í 2023.
PF Suðuroyartunnilin hevur ikki fingið møguleika at svara uppá nógvu atfinningarnar um teirra uppskot um Suðuroyartunnilin – og tað hava onnur, sum arbeiða við verkætlanin heldur ikki.
Til dømis hevur KVF í fleiri førum fingið bjóðað at gera samrøðu við trygdar-leiðarin hjá Norconsult, m.a. fyri at greiða frá hvussu trygdin í tunlinum er skipað. Seinast stóð hetta KVF í boði mánadagin fyri 3 vikum síðani. KVF takkaði nei. Skoytast kann uppí, at sami trygdarleiðari var inni í Fíggjarnevndini í vár og greiddi sera væl frá hvussu trygdin í einum tunli sum Suðuroyartunnilin er skipað.
Tá PF Suðuroyartunnliin ikki hevur fingið rúmd í KVF, so sendu felagið 2. nov. út kunningarskriv, har fleiri av viðurskiftunum, sum eru nevnd í KVF innsløgum, verður tikin upp og svaraði. Men kunningarskrivið var og er framvegis ikki nevnt við einum orði í hvørki útvarpi ella sjónvarpinum hjá KVF, og heldur ikki á hesum sinni varð umboð fyri PF Suðuroyartunnilin biðið um at koma inn í studio at greiða frá.
Seinastu vikurnar hevur KVF heldur ikki tosað við nakran í Suðuroynni um Suðuroyartunnilin.
Ikki eitt orð um hvønn týdning hetta hevur fyri Suðuroynna. Ongin samrøða við tey, sum pendla til arbeiðis dagliga ella vikuliga. Onki prát við ung um hvørja framtíð tey síggja í Suðuroynni. Onki ítróttarfelag er spurt um hvørja ávirkan tað fær á tey. Fyritøkurnar í Suðuroynni eru heldur ikki spurdar um ávirkanina av Suðuroyartunlinum. Tey nógvu, sum búgva norðanfjørðs, sum hava tilknýtið til Suðuroynna, eru heldur ikki sloppin til orðanna.
Hesi fólk og gerandisdagurin hjá teimum er ein av høvuðsorsøkunum til at Suðuroyartunnilin yvirhøvur er komin á skrá.
Í viðgerðin av hesum stórmáli er tað ómetaliga harmiligt, at javnvágin í viðgerðini kennist so skeiv. Tí hvørja mynd og hvørja fatan gevur ein so skeiv viðgerð av Suðuroyartunlinum almenninginum í Føroyum? Tað kennist heldur ikki gott, at skula sita við spurninginum um hvør orsøkin er til at javnvágin er so skeiv.
Dennis Holm
Løgtingslimur fyri Tjóðveldi











