Skeljavirkið fer at royna nýggja møguleikan

Skeljavirkið á Oyri fer at royna møguleikan, nú fleiri fiskavørur kunnu sleppa tollfrítt á ES-marknaðin Skeljavirkið O.C. Joensen á Oyri hevur samband við keyparar í ES-londum, ið vilja keypa kúving og krabba, og virkið kann fáa gagn av broyttu marknaðartreytunum, sigur Hans Andreas Joensen, stjóri, við útvarpið hjá Kringvarpinum.

-Hetta eru royndarverkætlanir, ið eru dotnar niðurfyri, tí tollurin hevur havt við sær, at vøran hevur verið ov dýr. Men nú fara vit at royna at fáa gongd á útflutningin aftur, sigur Hans Andreas Joensen við Kringvarpið.

Verkætlanirnar fara ikki at geva meira arbeiða á sjálvum virkinum, tí ætlanin er, at vørurnar skulu pakkast umborð á Varðborg og Túgvusteini, sum fiska ávikavist kúving og krabba.