Tað er greitt, at talan er um ein skerdan hóp, sum skal royna at vaska 1-1 javnleikin í Føroyum av sær.
Størstir eru trupulleikarnir í verjupartinum. Vanligi liðskiparin, Paul Scharner, er partur av úttøkuni, men hann verður ikki við móti Føroyum, tí hann er leikbannaður. Og tað sama er Hartil eru verjuspælararnir, Sebastian Prödl úr Werder Breman, Martin Stranzl úr Spartak Moskva og Emanuel Pogatetz úr Middlesbrough allir skaddir.
Jürgen Macho hevur verið fastur málverji hjá Eysturríki seinastu tíðina, men hann spældi illa í venjingardysti móti Cameroun, og tí er hann als ikki við í hópinum.
Eysturríkski hópurin
Málverjar
Christian Gratzei (Sturm Graz), Helge Payer (Rapid Wien), Andreas Schranz (Austria Kaernten)
Verjuspælarar: Aleksandar Dragovic (Austria Wien), Christian Fuchs (VfL Bochum), Gyorgy Garics (Atalanta), Manuel Ortlechner (Austria Wien), Juergen Patocka (Rapid Wien), Franz Schiemer (Salzburg), Andreas Ulmer (Salzburg)
Miðvallarar: Julian Baumgartlinger (Austria Wien), Daniel Beichler (Sturm Graz), Christopher Drazan (Rapid Wien), Andreas Hoelzl (Sturm Graz), Jakob Jantscher (Sturm Graz), Christoph Leitgeb (Salzburg), Yasin Pehlivan (Rapid Wien), Paul Scharner (Wigan Athletic), Christopher Trimmel (Rapid Wien)
Áleyparar: Erwin Hoffer (Napoli), Marc Janko (Salzburg), Stefan Maierhofer (Rapid Wien), Rubin Okotie (Austria Wien)