Frá Javna
???
Seinastu dagarnar hava fjølmiðlarnir borið tíðindi um, at játtanin til umsorganararbeiði er skert munandi. Millum annað rakar tað dagtilhaldini fyri eldri meint, við tað at fíggjarliga grundarlagið mestsum verður rykt undan teimum. Tøkk skulu tíðindafólk hava fyri at taka hetta álvarsmál upp.
Í hesum sambandi hevur verið nevnt, at tað eru 5 dagtilhald í landinum. Her má Javni tó gera vart við, at dagtilhaldini eru fleiri enn so. Á Hoydalsvegi 40 er eitt dagtilhald fyri gomul fólk við menningartarni. Har er eisini ein frítíðarklubbi fyri ung við menningartarni - nakað sum Margarinfabrikkin. Slíkir frítíðarklubbar eru í hvussu er eisini í Eysturoy og í Klaksvík, møguliga aðrastaðni eisini. Og tilsvarandi tiltøk eru eisini fyri sinnisveik. Hesi ungu eru jú ikki før fyri at taka lut í øllum tí ungdóms- og frítíðarvirksemi, sum stendur øðrum í boði. Øll hesi tiltøk eru nú so skerd fíggjarliga, at vandi er fyri, at tey detta niðurfyri. Og tað verður svárur missur hjá mongum.
Dagtilhaldið fyri eldri menningartarnað hevur sera stóran týdning, tí hesi menningartarnaðu hava lítið annað at koma út til. Tey eiga hvørki børn ella barnabørn at vitja - og foreldrini eru farin undir grønutorvu. Í góðum árum hava tey ikki komið nógv út í "normalsamfelagið", og á gamalsaldri eru tey ikki før fyri at fara í eitt "alment" dagtilhald. Í dagtilhaldinum á Hoydalsvegi 40 koma 8 fólk fast 4 tímar um dagin og onkur parttíð umframt styttri vitjanir. Hetta er hjá flestu teirra einasta tiltakið, ið fær tey út um dyr, og tey hava ikki onnur tiltøk at fara til.
Vit eiga at hava í huga, at tá fólk við menningartarni verða 67, eru tey ikki longur avlamispensjónistar men fólkapensjónistar. Tey eiga at fáa javnbjóðis møguleikar sum aðrir fólkapensjónistar. Men samstundis eiga vit at minnast til, at tey eru framvegis menningartarnað.
Tað er gleðiligt at síggja í bløðunum, at Hans Pauli Strøm, almannaráðharri, verður endurgivin fyri at siga, at henda skerjing ikki kann góðtakast, og at tað skal finnast ein loysn. Tað verða mong glað fyri.
Javni má tí minna á, at eisini dagtilhaldini og frítíðartilboðini til menningartarnað, bæði yngri og eldri, mugu fáa eina hósk-andi loysn, soleiðis at vit framhaldandi kunnu geva okkara menningartarnaðu virðilig lívskor.