Næstu dagarnar verður veðrið skiftandi kring alt landið, sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur:
- Vit fara bæði at uppliva regn, mjørka, vind og sól um vikuskiftið. Men leygardagin verður tó hampiliga gott veður, so tey, ið ætla sær til kappróður á vestanstevnu, skulu ikki stúra. Men sunnudagin verður bæði vindur og regn. Um vikuskiftið fer hitin at liggja millum 10-15 stig, men mánadagin blíðkar veðrið. Og týsdagin og mikudagin verður satt summarveður, og hitin fer at liggja millum 15-20 stig, sigur Petur Skeel Jacobsen.