Skiftið til Brann hevur verið gagnligt

Við heimasíðuna hjá Brann Bergen staðfestir Gilli R. Sørensen, at skiftið úr AaB til Brann Bergen hevur verið gott fyri hann

Í norska felagnum Brann Bergen er tað ikki farið framvið, at føroyski landsliðsspælari teirra, Gilli R. Sørensen er tikin út til hópin hjá Lars Olsen, landsliðsvenjara, sum skal spæla ímóti Lettlandi í Riga, fríggjakvøldið 7. oktober, og ímóti Portugal á Tórsvølli, mánakvøldið 10. oktober. 

 

Heimasíðan hjá Brann Bergen staðfestir, at Gilli R. Sørensen er ein fjøltáttaður spælari, sum bæði kann spæla á bakkinum, og eisini bæði, sum vinstri vongur, og sum høgri vongur. Í 1-0 sigrinum hjá Brann Bergen ímóti Tromsø á Brann leikvøllinum sunnudagin spældi Gilli R. Sørensen á vinstra veingi. 

 

Um komandi uppgávurnar hjá føroyska landsliðnum ímóti Lettlandi og Portugal sigur Gilli R. Sørensen: - Tað verða tveir stórir dystir fyri okkum. Kanska serliga heimadysturin ímóti Portugal, har vit koma at møta spælarum, sum Ronaldo, Pepe og Nani. Tað verður eitt show. Eg vóni eg sleppi at spæla, sigur Gilli R. Sørensen við heimasíðuna hjá Brann Bergen.

 

Og júst skiftið hjá honum úr AaB til Brann Bergen kann økja um møguleikarnar hjá honum at byrja inni á føroyska landsliðnum. Nú spælir Gilli R. Sørensen fyrstaliðsfótbólt á góðum støði hvørja viku: - Eg haldi, at hetta økir um mínar møguleikar at spæla fast fyri føroyska fótbóltslandsliðið. Eg havi ein ótrúliga góðan hug at sleppa at verða við til hesar báðar dystirnar. Eg byrji at koma í dystarvenjing nú, so nú fáa vit at síggja hvørja avgerð landsliðsvenjarin tekur, sigur Gilli R. Sørensen við heimasíðuna hjá Brann Bergen. 

 

Gilli R. Sørensen staðfestir, at skiftið hansara úr AaB til Brann Bergen hevur havt stóran áhuga heima í Føroyum: - Ja áhugin er ørur. Øll fylgja við, sigur hann í samrøðuni við heimasíðuna hjá Brann Bergen.

 

Næsti dysturin hjá Brann Bergen í norsku tippiliguni verður á útivølli ímóti Sogndal leygardagin klokkan 17.