Skilja ikki støðuna hjá teimum brekaðu

Í skrivi, sent Føroya Løgtingi til umrøðu handikappdagin, sigur MBF - rørslubólkurin milum annað, at umstøðurnar hjá brekaðum í Føroyum, kunnu samanberast við tær hjá brekaðum í Kenya, og at ásannast má, at landsins kosnu menn og kvinnur skilja ikki støðuna hjá brekaðum.

Í skrivinum til Føroya Løgting, leggur MBF-rørslubólkurin upp til, at tingmenn taka umstøðurnar hjá brekaðum í Føroyum upp til umrøðu.

Skrivið, ið rættuliga gjølla nemur við umstøðurnar hjá brekaðum, gevur rættiliga tilfar og orsøk til umhugsni.

Millum annað verður sagt, at venjingarmiðstøð er eingin í Føroyum. Hetta ger, at avlamin fyri lívstíð mugu liva undir heitinum avlamispensiónistar og arbeiðsleys og hetta er ikki mennandi fyri viðkomandi.

Í Føroyum finst bert ein skerd heimarøktarskipan og/ella fyribilsloysnir. Sostatt verður brúkarin við sviðusoð, verður sagt í skrivinum.


Atkomumøguleikar

Heldur ikki eru góðir atkomumøguleikar, hvørki á almennum stovnum ella á Strandfaraskipum Landsins. Niðurstøðan er, at rørslutarnað eru slept uppá fjall. Hetta hóast røslutarnað eru ikki bara brekað, men eisini við til at velja lansins kosnu menn og kvinnur.

Eru rampur, lyftir og parkeringsbásar ov dýr fyri samfelagið?, spyr MBF-bólkurin.

MBF-bólkurin heldur tað vera ynskiligt, at grein 17 í forsorgarlógini varð víðkað so, at hon líktist donsku bistandslógini, soleiðis, at tann brekaði sjálvur fær størri ávirkan á egnar umstøður, ístaðin sum nú, at Almannastovan metir um tørvin hjá tí einstaka.

Eisini verður mett, at skipanin í dag virkar við ov skiftandi arbeiðsmegi. Ymsir hjálparar koma at vaska tí brekaða ella at vaska inni hjá viðkomandi. Sostatt vita hesi heldur ikki tørvin, eitt nú hvussu viðkomandi skal takast upp úr seingini ella hvussu armurin skal liggja, tá farið verður til songar.


Vit og skil

Í skrivinum verður mint á, at lammað fólk hava eins gott vit og skil, sum øll onnur. Tey eru ikki annað »ættarslag« av fólki.

Mett verður, at ein sonevnd handikapp-hjálparskipan ikki er so nógv dýrari, enn eitt røktarheimspláss.

Av tí, at neyðug hjálp ikki fæst í Føroyum, hava føroyingar leitað sær venjing, heilsubót uttanlands fyri egna rokning.

Føroyingar fáa, tó bert eftir umfatandi skaða, ókeypis intensiva endurvenjing í Danmark.

Niðurstøðan er, at rørslutarnað eru púra gloymd á viðgerðarøkinum og at hetta átti ikki komið fyri í einum vælferðarsamfelag.


Fólk koyrd

úr heimnum

Landsins kosnu skilja ikki støðuna, ásannar bólkurin sambært orðaskiftið í tinginum handikappdagin 1997. Hetta kom eisini til sjóndar, tá tey, ið búgva á B74 (sinnisbrekað) vórðu tvingað úr heimunum og á psyk. deild at halda jól.

MBF-bólkurin vil m.a. hava løgtingsumboð at skilja, at lívið skal livast, hóast ein er fangi í egnum kroppi. At nakað er, ið kallast lívsvirði og at øll hava hetta fyri neyðini.

At hjálpitól og endurvenjing gevur rørslutarnaðum í grannalondum okkara góðar umstøður og arbeiðsmøguleikar.


Sum í Kenya

Bólkurin ásannar, at nógv liggur á láni og at arbeiðið hjá politikkarunum ikki er gjørt til lítar innan sosialpolitikk.

Ikki eingang í 80?unum, tá lokið á landskassanum ikki fekst aftur vegna peningayvirflóð, hendi nakað á økinum viðvíkjandi rørslutarnaðum, sigur bólkurin í skrivinum.

MBF-rørslubólkurin slær fast, at umstøðurnar hjá brekaðum í Føroyum kunnu samanberast við umstøðurnar hjá brekaðum í Kenya.

Í Føroyum verður altíð tann bíligasta og forsvarligasta loysnin funnin, verður sagt í skrivinum til Føroya Løgting.

Í skrivinum verða m.a hesir spurningar settir:

Um Føroya Løgting og og Føroya Landstýrið hava tikið hædd fyri á komandi fíggjarlógum, at eitt nú brekað og pensiónistar ikki fáa neyðuga røkt og at bólkurin av rørslutarnaðum økist. Um landsins myndugleikar ikki eiga at ganga fremstir, tá um ræður at broyta hugburð og fyri hvørjum skal vælferðarsamfelagið varðveitast?

MBF-rørslubólkurin ger vart við, at skrivið á ongan hátt skal metast sum álop á starvsfólk Almannastovunnar.

Bólkurin vónar at fáa svar í tinginum altjóða handikappdagin, tann 3. december 1998.