Í gjár vann ÍF 3-2 á AB. Leikliga var ÍF omaná og í so máta var sigurin uppiborin, men á Argjum er stór ónøgd við tvær avgerðir hjá dómaranum.
Síggja støðurnar við at trýsta á pílin á myndini (Rúni Dam eigur upptøkurnar)
Fyrst tá Rói Danielsen fekk beinleiðis reytt kort fyri at gera brotsspark móti Karl Løkin. Trygvi Mortensen, venjari hjá AB, skilur einki av tí heila.
- Eg síggi støðuna væl. Vit gera ein feil og Karl Løkin blívur leysur, tá Rói Danielsen steur fótin fyri, men hann er á veg vekk frá málinum. Eg haldi dómarin skal hyggja umaftur eftir støðuni og annulera málið, sigur Trygvi Mortensen, sum tó heldur at brottsparkið er í ordan, men ynskir at fáa reyða kortið strikað.
- Brotssparkið er nokk í ordan, men spælarin er á veg vekk frá málinum, og okkara spælari er millum bóltin og málið. Hann kann ikki geva reytt kort og tí má onkur hyggja eftir hasum og strika reyða kortið, sigur venjarin hjá AB.
Einki brotsspark
Trygvi Mortensen er eisini í øðini um, at AB ikki fær brotsspark í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Dan í Soylu fer umkoll í brotsteiginum, eftir hann skal seta fótin á flatt innlegg úr høgru.
Les meiri: (Ljóðsamrøða) - Eg skilji einki
- Eg skilji einki, tí her standa fýra mans og síggja støðuna. Hjálpardómari, dómari, fjórði dómari og tann síðsti hjálpardómarin og tað er so klokkuklárt brotsspark. Eg veit ikki hvussu tað ber til ikki at døma har. Eg skilji tað ikki og eg komi ongantíð at skilja tað, sigur Trygvi Mortensen argur á málinum.
Upptøkurnar eigur Rúni Dam.