Skip í Libya eftir flóttafólki

Eitt skip legði í dag at bryggju í libyska býnum Misrata, hagar tað er komið eftir útlendingum, sum vilja sleppa úr Libya. Síðstu nátt lá skipið uttan fyri havnina og bíðaði, tí stjórnarhermenn skutu eftir havnarlagnum.

Skipið, sum eitur Red Star One, er skrásett í Albania. Við sær til Misrata hevði skipið sjúkrabilar og neyðhjálp av ymsum slagi. Tá skipið legði at, stóðu umleið 1.500 fólk úr ymsum londum og bíðaðu eftir at sleppa umborð. Herumframt skuldi skipið eisini taka nøkur fólk, sum lógu á sjúkrahúsi í býnum Benghazi.

NATO-flogfør søktu í nátt at libysku stjórnarhermonnunum og noyddu teir at taka seg afyur frá havnarlagnum, so Red Star One kundi leggja at, skrivar AFP.