Skipa øki til íbúðarbygging Millum Horna

Tórshavnar kommuna hevur samtykt nýggja serstøk byggisamtykt fyri Millum Horna

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 5. mai 2026 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 1122a, Tórshavn. Uppskotið snýr seg um at skipa økið til eina møguliga framtíðar íbúðarbygging í 4 og 5 hæddum.

Tilfar, sum lýsir uppskotið liggur frammi her á síðuni og í Snarskivuni frá 8. mai 2026 til 19. juni 2026.

Tórshavnar kommuna skrivar, at møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til [email protected] í seinasta lagi 19. juni 2026.