Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderatunum, tá hann fór frá samráðingunum á Marienborg. Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Myndir: Viðmerkjari kallar fráboðanina hjá Løkke fyri eina bumbu

Nakrir av donsku flokkunum hava viðmerkt kúvendingina hjá Lars Løkke Rasmussen og Moderatunum.

Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderatunum, tá hann fór frá samráðingunum á Marienborg. Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

 

 

Alternativið: Ikki eitt gott hugskot

 

Ikki óvæntað er Alternativið ikki júst fegið um, at Lars Løkke steðgar upp í samráðingunum, sum Alternativið hevur verið ein partur av síðani valið í mars.

 

– Eg verði til reiðar, tá hann kemur aftur og skal viðganga, at hendan miðverkætlanin, sum hann droymir um, ikki letur seg gera, sigur Franciska Rosenkilde hjá Alternativinum við DR.

 

Støjberg vónar eitt nýtt kongaumfar

 

Inger Støjberg og Danmarksdemokratarnir peika aftur á Troels Lund Poulsen sum kongliga kanningarstjóra.

 

– Danmark hevur brúk fyri eini borgarligari stjórn, sum fer at herða innflytarapolitikkin og lækka skatt og avgjøld, so danir hava fleiri pengar í hondunum, skrivar hon á X.

 

Viðmerkjari kallar fráboðanina hjá Løkke fyri eina bumbu

 

– Løkke blakar eina bumbu í samráðingarnar og elvir til eitt brak í samráðingunum við Mette Frederiksen, sigur politiski viðmerkjarin hjá Berlingske, Bent Winther.

 

Liberal Alliance vísir eisini á Lund

 

Liberal Alliance peikar eisini á Troels Lund Poulsen úr Vinstra sum nýggja mannin við róðrinum sum kongaligur kannari.

 

Tað upplýsir tíðindatænastan hjá flokkinum fyri TV 2.

 

LA gav somu fráboðan eftir valið 24. mars.

 

Messerschmidt vísir eisini á Tróels Lund Poulsen

 

Morten Messerschmidt úr Danska Fólkaflokkinum gevur fyrstu reaktiónina uppá Løkke-fráboðanina fríggjadagin.

 

Júst sum í fyrsta umfari av kongsumfarinum, so peikar DF Vinstraflokkin og Troels Lund Poulsen sum kongligan kannara – júst sum Moderatarnir.

 

Í seðlinum stendur tó, at ein stjórn, sum er stuðlað av Danska Fólkaflokkinum, ikki má fevna um Moderatar ella Sosialdemokratar.

 

Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderatunum, tá hann fór frá samráðingunum á Marienborg. Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Morten Messerschimdt, formaður í Danska Fólkaflokkinum, stendur við fráboðanina um, at um Danski Fólkaflokkurin skal við í eina nýggja stjórn, so skulu hvørki Javnaðarflokkurin ella Moderatarnir vera við