Løkke fer frá samráðingunum og peikar á Troels Lund

Træið skal ristast, og Troels Lund Poulsen úr Vinstra skal vera kongligi kanningarleiðarin, heldur Lars Løkke Rasmussen.

Eftir fleiri vikur við eftir øllum at døma fastfrystum samráðingum hava Moderatar og Lars Løkke Rasmussen valt at steðga samráðingunum við Mette Frederiksen.

Lars Løkke Rasmussen vil hava eina nýggja kongaliga rundu, og hann vísir á formannin í Vinstra, Troels Lund Poulsen, sum nýggjan kongakanningarstjóra.

 

– Tað er okkara meting, at skulu vit koma víðari, mugu vit rista træið, sigur Lars Løkke Rasmussen eftir vitjan hjá Mette Frederiksen á Marienborg.

 

Fráboðanin kemur dagin eftir, at Troels Lund Poulsen og Lars Løkke Rasmussen høvdu fund við formannin í Konservativu, Monu Juul, á Christiansborg.

 

Eftirfylgjandi vildu tey ikki avdúka, hvat fundurin snúði seg um. Lars Løkke Rasmussen var eisini fámæltur, tá hann fyrr í dag fór av einum øðrum fundi á Christiansborg.

 

Mette Frederiksen, sum í seks vikur hevur samráðst um at skipa eina miðvinstrastjórn eftir valið 24. mars, hevur enn ikki gjørt viðmerkingar til fráboðanina frá formanninum hjá Moderatum.

 

– Mandatið, sum Mette Frederiksen hevur, er føtt við eini spennistroyggju, sum hon ikki sleppur úr, sigur Lars Løkke Rasmussen.

 

Leiðarin hjá Moderatum leggur dent á, at hann ynskir eina stjórn uttan teir ekstremu veingirnar.

 

Hann grundgevur fyri nýggjasta stiginum við at siga, at Danmark hevur brúk fyri stjórn og lýsir ein møguleika, har ein stjórn kann skipast innan fáar vikur - uttan at gera greitt, hvørjum flokkum hon skal mannast av.

 

Hann nevnir heldur ikki, hvør skal vera forsætisráðharri í eini slíkari stjórn. Og útilokar ikki, at Javnaðarflokkurin aftur kund fingið sessin.

 

– Tað, sum kundi verið ein møguleiki, var at biðja Troels Lund Poulsen um at vera kongligan rannsóknarstjóra. Ikki við tí fyri eyga at vera forsætisráðharri. Vit útiloka ikki, at stjórnarleiðarin kundi eita Mette Frederiksen - ella okkurt annað, sigur Lars Løkke Rasmussen.

 

Metið fyri longstu samráðingargongd at skipa stjórn, sum varð sett í 2022, er longu tikið.

 

/Ritzau/