Tveir mánaðir sum digitalir nomadar

- Tað serliga við at vera í Vági var kenslan av ikki at vera fremmand, men at vera ein partur av lokalsamfelagnum

- Fyrr í ár vóru Lena og Damian úr Póllandi í Vági, sum partur av Arctic Digital Nomads verkætlanini, stuðlað av NORA. Uppihaldið gav teimum bæði íblástur, arbeiðsgleði og eitt tætt samband við staðið og heimafólkið.

 

Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag.

 

Víst verður á, Lena og Damian áður hava ferðast nógv kring Norðuratlantshavið, serliga í Vesturfirðinum í Íslandi, men Vágur vísti seg skjótt at vera nakað heilt serligt fyri tey.

 

- Vit hava samskifti við tey, eftir at tey eru farin heim aftur og um heimasíðuna - www.vagur.fo - kann frágreiðing lesast, sum vit fingu frá Lenu og Damian.

 

Í kommununi halda tey, at tað altíð er áhugavert at hoyra frá øðrum, hvussu tey uppliva tað serliga í Vági.

 

- Ein fjørður er ikki bara ein fjørður, sigur Lena og greiðir frá, hvussu nógv kann vera øðrvísi - litirnir í landslagnum, skýggini, veðrið og ikki minst fólkini.

 

Í Føroyum kann veðrið skifta eftir fáum sekundum, og hetta setti eisini sín heilt serliga dám á upplivingina hjá teimum.

 

- Lena og Damian búðu í einum hugnaligum húsi mitt í býnum og brúktu fyrstu dagarnar til at finna seg til rættis. Tey tóku sær tíð at venja seg við gerandisdagin og lata inntrykini seta seg.

 

Útsýnið yvir fjørðin og fjøllini gav frið og íblástur, altíð var okkurt at eygleiða: Fuglar, bátar og aldurnar, sum broyttust við veðrinum.

 

- Spakuliga komu tey inn í eina góða dagliga gongd. Damian skrivaði dagbók og las um føroyska list, meðan Lena arbeiddi við sínai tekstilverkætlan.

 

Samstundis gjørdust gongutúrar ein fastur partur av degnum, bæði til Vágseiðið og niðan á Eggjarnar - náttúran gjørdist ein týðandi kelda til íblástur.

 

- Í Ruth Smith-savninum fann Damian íblástur í verkunum hjá listakvinnuni, Ruth Smith. Hann fór at ganga somu leiðir, sum hon einaferð hevði gingið og royndi at uppliva landslagið við hennara eygum.

 

Fyri Lenu bleiv uppihaldið í Vági eitt satt paradís.

 

- Í vevistovuni, sum hon sjálv kallaði “the magic basement”, arbeiddi hon í meira enn 100 tímar við einum stórum teppi, har føroyskir fuglar sum tjaldur, lundi og súla vóru í miðdeplinum.

 

Í Vágs kommunu vísa tey á, at tað, sum setti størsta sporið, var ikki bara náttúran ella arbeiðið.

 

- Tað serliga var kenslan av ikki at vera fremmand. At vera ein partur av lokalsamfelagnum - við smáum prátum, smílum, kaffi og samveru. Tað er nakað, vit veruliga sakna, sigur Lena.

 

Damian tekur undir við Lenu og nevnir einfaldleikan í gerandisdegnum, gongutúrar, svimjihylin og fuglalívið, sum nakað, hann fer at minnast.

 

- Uppihaldið í Vági hevur givið teimum minnir fyri lívið. Tá saknurin gerst stórur, seta tey føroyskan tónleik á - ein lítil partur av Føroyum, sum tey hava tikið við sær víðari, siga tey í Vágs kommunu í dag.