Eitt vikuskifti í Skálavík við trivnaði og nærveru

Í døgunum 8.-10. mai verður tiltakið - Vælverudagar í Skálavík. Hetta er eitt tiltak, har dentur verður lagdur á vælveru, náttúru og felagsskap

 

- Fólk úr Sandoynni og úr øllum Føroyum eru hjartaliga vælkomin til Skálavíkar og fyrireikararnir, sum eru Visit Sandoy og Skálavíkar kommuna, ynskja, at hetta verður eitt róligt og innihaldsríkt vikuskifti. 

 

Skráin er fjølbroytt og fevnir um alt frá yoga og sauna til fyrilestrar, gongutúrar og mentanarlig tiltøk.

 

- Gestirnir fáa møguleikan at royna ymiskar hættir at styrkja bæði kropsliga og sálarliga trivnaðin í natúrliga og friðarliga umhvørvinum í Skálavík.

 

Millum hæddarpunktini á vælverutiltakinum eru fyrilestrar um akupunktur, uppmerksemi og heilsu.

 

- Yoga tímar verða við Berja Yoga, og her verður sauna og hitapottur, stand-up við Elisu Vang og konsert við Marius Ziska. Eisini verða tiltøk fyri børn, umframt gongutúrur niðan á Skálhøvda saman við Náttúrutrapi.

 

Fyrireikararnir siga, at endamálið við vælverudøgum er at skapa eitt stað, har fólk kunnu steðga á, finna ró og fáa íblástur til eitt betri og meiri javnvigað lív.

 

- Tiltakið er opið og ókeypis fyri øllum, men tað er avmarkað atgongd til flestu tiltøkini. Um tú vil tryggja tær pláss til yoga ella sauna gos, kann tú melda teg til á Café'ini á Mølini.

 

Her niðanfyri sæst rúgvusmikla og fjølbroytta skráin fyri hetta fantastiska vælverutiltak, sum verður í Skálavík 8.-10. mai.

 

##med2##