Labour stendur til stóra afturgongd á lokalvalinum

Bretar eru farnir á lokalval, og her gongur Labour aftur fleiri staðni, vísa fyribilsúrslitini.

Keir Starmer, forsætisráðharri, og kona hansara, Victoria Starmer, atkvøddu í gjár í miðbýnum í London. - Mynd: Justin Tallis/Ritzau Scanpix

Labour-flokkurin við forsætisráðharranum Keir Starmer á odda sær út til at minka nógv á bretska lokalvalinum.

Bretar fóru á val í gjár, og fyribils úrslitini í morgun vísa, at Labour minkar á fleiri økjum, eitt nú í fyrrverandi skansanum í Mið- og Norðuronglandi og pørtum av høvuðsstaðnum London.

Samstundis tykist anti-tilflytaraflokkurin hjá Nigel Farage, Reform UK, at hava eitt sera gott val. Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

Í miðal er atkvøðuparturin hjá Labour minkaður við 16 prosentum í mun til lokalvalið í 2022, upplýsir BBC.

Í Onglandi skulu umleið 5.000 sessir í 136 kommunustýri býtast út saman við seks borgarstjórastørvum. Í flestu kommunustýrum er umleið ein triðingur av sessunum á vali.

Samstundis standa allir sessir í tjóðartingunum í Skotlandi og Wales fyri vali. Teljingin her byrjaði í dag, sum merkir, at fyrstu úrslitini haðani væntandi koma seinni á degnum.

Í stjórnartíð síni higartil hevur Starmer havt fleiri – fyri hann – ring mál.

Teirra millum er málið um Peter Mandelson, sum Starmer gjørdi til sendiharra í USA. Men tað kom fram, at Mandelson hevði tætt samband við dømda amerikanska kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein.

Hetta førdi til, at Mandelson varð koyrdur úr starvinum í september í fjør.

Fríggjamorgunin svaraði Keir Starmer uppá fyrstu úrslitini. Hann sigur, at “harðir dagar sum hesir forða ikki avgerð míni um at bera fram ta broytingina, eg lovaði”.

– Vit hava mist fantastisk floksumboð um alt landið. Hetta eru fólk, sum lata so nógv til síni lokalsamfeløg, so nógv til flokk okkara.

– Og tað pínir, og tað skal pína, og eg taki ábyrgd, sigur forsætisráðharrin sambært Sky News.

Tað var longu væntað, at Labour fór at hava eitt ringt val.

Meiningakanningar spáddu eitt vánaligt valúrslit hjá flokkinum, og bretskir miðlar hava kallað valið fyri "størstu valroyndina", sum Keir Starmer og hansara Labour-stjórn hava møtt síðani almenna valið í 2024.

Fríggjamorgunin sýtir Starmer fyri, at hann fer at leggja frá sær sum forsætisráðharri. Tað sigur hann sambært Reuters.

Meðan Labour gongur aftur, sær tað øðrvísi út hjá Reform UK. Sambært BBC hevur flokkurin vunnið 30 prosent av sessunum, sum eru taldir upp. Hetta setir flokkin á odda.

Eins og Labour tykist Konservativi flokkurin at ganga aftur. Í miðal er afturgongdin hjá flokkinum fallin 11 prosentstig í mun til valið í 2022, sambært BBC.

 

/Ritzau/

 

 

Keir Starmer, forsætisráðharri, og kona hansara, Victoria Starmer, atkvøddu í gjár í miðbýnum í London. - Mynd: Justin Tallis/Ritzau Scanpix