Skipa stórt fríhandilsøki

India, Brasil og Suðurafrika arbeiða við einari ætlan um ein fríhandilssáttmála, sum skal umfata lond í trimum heimspørtum.
Brasilski uttanríkis­ráð­harrin, Celso Amorim, sigur, at møguleikarnir fyri búskaparligum framburði í Suðuramerikia, Asia og Afrika er stórur. Hann sig­ur, at tey trý londini eru næst­an liðug við sam­ráð­ing­ar­nar um ein frí­hand­ils­sáttmála, sum ætlandi eisini skal umfata lond sum Argentina, Paraguay, Uru­guay, Botswana, L­esotho, Namibia og Swazi­land.
Tað eru uttanríkis­ráð­harr­arnir í Brasil, India og Suðurafrika, sum arbeiða við sáttmálanum, og næsta samráðingarumfar verður í september, skrivar AP.