Tað er Skipafelagið Føroyar, sum í síðsta enda hevur ábyrgdina av tollskuldini hjá N. Niclasen í Sørvági. Tað var niðurstøðan hjá Toll- og Skattstovuni, sum tí fór víðari til Skipafelagið eftir pengunum, tá tað kom undan kavi, at N. Niclasen hevði handlað sum hevði felagið tollkreditt, uttan tó at hava tað.
Toll- og Skattstovan roknaði seg fram til, at tollskuldin fyri árini 1988 til og við 1991 var 492.841 krónur. Eftir at onkrar millumrokningar vóru drignar frá, var endaliga tollkravið 381.720 krónur.
Upphæddina skuldi Skipafelagið gjalda, metti Toll- og Skattastovan, sum tí januar 1994 bað Gjaldstovuna um at innheinta skuldina. Gjaldstovan mótroknaði síðani í útgjøldum til Skipafelagið, og á tann hátt komu tær 381.720 krónurnar aftur í landskassan.
Skipafelagið setti seg ímóti, og hótti við at draga Gjaldstovuna í rættin við kravi um at pengarnir vórðu fluttir aftur.
Sambært skjalainnlitinum, sum varð útflýggjað á tíðindafundinum í Miðlahúsinum fríggjadagin, endaði trætan við einum fundi millum advokatin hjá Skipafelagnum og Gjaldstovuna, 9. mars í 1994.
Á sama tíðindafundi segði Jørgen Niclasen, at hann síðani hevði funnið eina loysn, saman við Skipafelagnum.
- Bæði áðrenn og aftaná høvdu vit eitt óalmindiliga gott samstarv við Skipafelagið, sigur Jørgen Niclasen.