Skiparar ognað sær málning hjá Skálagarð

Skipara- og Navigatørfelagið hevur ognað sær ein málning hjá føroyska marinumálaranum í USA, Hans Skálagarð

Tá vit tosa um føroyska myndlist, og hvussu kend hon er uttanlands, so er oftast Mykinesmálarin vit hugsa um, men skúgvoyingurin Hans Skálagarð er síggja nógva staðni, einamest í USA, har hann livdi og vann sær miklan heiður og viðkenning fyri sínar maritimu myndir.

 

Tað er so heppið, at Skipara- og Navigatørfelagið hevur ognað sær eina av hansara frálíku myndum, og er stór ogn i henni.

 

Tað ljóðar, at Posta hevur í umbuna at gera eitt frímerki við listarmanninum, og vil hetta hava sera stóran áhuga.

 

Hans Skálagarð, andaðist í 2017 og var tá 93 ára gamal. Hann var ættaður úr Skúvoy, men búði meginpartin av lívinum í Kalifornia í USA.

 

##med2##

 

“Hanus búði í fjøruni sum smádrongur,” sigur yngri bróðir hansara, Hjartvard. “Seyð og jørð hevði hann ongan áhuga fyri, men fór tíðliga at tosa um at fara til Amerika.”

 

Skálagarð fór blaðungur til skips, og síðan lá leiðin til Íslands at sleppa við skipi til Amerika. Hetta var tíðliga krígsárini. Fyrsta ferðin miseydnaðist, av tí at hann hevði einki pass við sær. So aftur til Føroya. Men aðru ferð hevði hann eydnuna við sær. Í Keflavík gekk hann dagliga oman á havnarlagið at vita, um ikki bar til at sleppa við skipi til Amerika. Og tað eydnaðist.

 

Hans Skálagarð sigldi við amerikonskum skipum øll krígsárini og undir koreakrígnum eisini. Mangan var vátt undir føti, og ofta leikaði hart á. Hann var soleiðis við, tá ið teir sameindu summarið 1944 gjørdu innrás í Normandínum. Men ringast var hann staddur í Kyrrahavinum, sigur Hjartvard. Tá var hann umborð á einum tangaskipi, sum japanskur sjálvmorðspilotur stoytti seg niður á og bumbaði í luftina.

##med3##

Manningin á tangabátinum var 42, men bara tveir hóraðu undan. Hans var annar. Eldur kom í skipið, ið tók at søkka, og við tað at brennandi olja lak á sjógvin, logaði havið eisini. Men Hanus, sum var av bestu svimjarum, svam undir eldhavinum og bjargaði lívinum.

 

Hans Skálagarð búði í Carmel, einum lítlum býi nær San Francisco. Filmsjónleikarin, Clint Eastwood, var, sum skilst, ein av vinmonnum hansara. Seinni flutti Skálagarð til eitt annað pláss har í økinum.

 

Tað var tó sum marinu- ella havmyndamálari gjøgnum langt lív, at Hans Skálagarð av álvara gjørdist kendur í USA. Málningar hansara, ið sýna skip av alskyns slagi, hanga í privatum heimum, almennum bygningum og á maritimum søvnum. At signeringin í høgra horni niðast borgar fyri góðsku, kann váttast út frá tí sannroynd, at málningar hansara – fyri nøkrum árum síðani – í miðal vórðu seldir fyri 20.000 dollarar.

 

##med4##

 

Í 2011 varð forvitnisligt brot um Hans Skálagarð lagt út á YouTube. Í verkstaði sínum í USA greiðir hann frá lívinum, samstundis sum nógvir málningar eru at síggja. Eitt nú fæst at vita, at áhugin fyri at tekna og mála longu frá barnaárum.