Skiparin helst farin niður við skipinum

Amerikanska sjóverjan leitar framvegis eftir skiparanum á tí kenda skipinum Bounty, sum sakk í ódnarveðrinum úti fyri amerikonsku eysturstrondini í gjár. Hini 15, sum vóru við, fóru í bjargingarbátarnar, og tyrlur hjá sjóverjuni tóku tey upp. Eitt teirra, ein kvinna, doyði seinni á sjúkrahúsi.

Sky News sigur, at skiparin, tann 63 ára gamli Robin Walbridge, gav manningini boð um at fara av skipinum, tá streymurin fór umborð, samtíðis sum sjógvur kom í skipið. Um middagsleitið í gjár sakk Bounty, og sjóverjan heldur, at skiparin fór niður við skipinum.

Fyri 50 árum síðani bleiv Bounty brúkt til upptøkurnar til tann kenda filmin "Uppreisturin umborð á HMS Bounty", og skipið bleiv eisini brúkt til filmin "Pirates of the Caribbean - Dead Man's Chest" fyri seks árum síðani.