Skiparin Norrønu er sera ósamdur við frágreiðingina

? Tað er so vælsignað lætt at vera eftirsnarur, men eg haldi framvegis ikki, at eg bar meg skeivt at, tá ið Norrøna fór á land fyrr í ár, sigur skiparin, Ólavur Hovsgarð

Norrøna-óhappið

Skiparin á Nørrønu er alt annað enn nøgdur við frágreiðingina hjá Skipaeftirlitinum um óhappið, tá ið Norrøna sigldi á land í Havn tann 15. januar í ár.
?Eg góðtaki yvirhøvur ikki tað allarmesta av frágreiðingini, tí eg meti framvegis, at eg bar meg rætt at, sigur Ólavur Hovsgarð, skipari hendan túrin.
Í frágreiðingini verður víst á, at høvuðsorsøkin til óhappið var tann nógvi vindurin. Men tað verður eisini víst á, at skiparin gjørdi nógv mistøk.
Hesi mistøkini førdu í fyrra lagi við sær, at óhappið hendi yvirhøvur og í øðrum lagi førdu tey til, at óhappið varð nógv verri enn tað annars hevði verið.
Tá ið vit fingu orðið á Ólav Hovsgarð, hevði hann ikki lisið frágreiðingina so gjølla, at hann kundi gera so nógvar viðmerkingar.
Men hann kann beinanvegin siga, at tað eru stórir partar í frágreiðingini, sum hann als ikki góðtekur.
? Eg kann góðtaka, at tann nógvi vindurin var høvuðsorsøkin til óhappið. Men eg góðtaki ikki, at eg bar meg skeivt at.

Lætt at vera eftirsnarur
Ólavur Hovsgarð heldur annars, at tað er so vælsignað lætt at vera eftirsnarur.
? Skipaeftirlitið hevur havt 10 mánaðir um at koma til eina niðurstøðu. Men á brúnni hendan óeydnisdagin hevði eg bara nakrar minuttir at umráða meg í, sigur skiparin.
Hann vísir aftur, at hann manøvreraði skeivt, tá ið hann kom inn á Havnina.
? Eg manøvreraði soleiðis sum eg átti undir teimum umstøðum, sum vóru.
Hann sigur, at Skipaeftirlitið vísir á, at hann skal hava roynt at at lagt síðuna upp ímóti vindinum.
? Eg skilji ikki, hvat teir hugsa um. Eg havi ongantíð vitað, at síðan skal leggjast upp ímóti vindinum og tað havi eg ongantíð roynt. Eg havi altíð lært, at skipið skal leggjast upp ímóti vindinum.
Tað hevur verið víst á, at tað var hetta, sum tólini í maskinuni vísti. Men í hesum sambandi skal havast í huga, at tað kunnu ganga minuttir ímillum tað, sum verður vístí maskinuni og tað, sum fer fram á brúnni.
? Men skuldi eg snara runt inni í hylinum í Havn, kundi eg ikki havt manøvrerað øðrvísi, enn gjørdi.
Somuleiðis vísur Skipaeftirlitið á, at eftir tað fyrsta óhappið, átti skipið at verðið lagt stilt og motorarnir steðgaðir.
? Hetta er ørskapur. Skuldi so skipið bara ligið og banka inn ímóti, spyr skiparin. Hevði Skipaeftirlitið sagt, at skipið skuldi verið fingið at bryggju á Viðarnesi og bundið, og síðani motorarnir steðgaðir, kundi eg skilt tað.
? Men tað er altíð lætt at verða eftirsnarur. Vit vóru komnir í eina vandastøðu og ein natúrligt reaktión upp á eina vandastøðu, er, at royna at koma sær burturúr henni aftur, fyri at fáa yvirlit yvir støðuna.
Annars fýlist skiparin á, at Skipaeftirlitið hevur brúkt simulatorkanningina fyri at lýsa støðuna.
? Simulatorkanningarnar vísa bara, hvussu tað er at koma inn í hylin. Og tað er púra rætt, at tað ber væl til at koma inn í hylin.
? Tað ger tað í øllum veðri.
? Men teir tykjast at hava gloymt, at tá ið skipið er komið inn í hylin skal skipið vendast og leggjast at og tað vísir simulatorkanningin onki um og tí er hon heldur onki verd í hesum sambandi, sigur Ólavur Hovsgarð.
Skipaeftirlitið vísur á, at tá ið kom á Havnina, royndi skiparin at gjørdi skiparin av at sigla innan fyri tey russisku skipini, sum lógu fyri akkeri í Nólsoyarfirði.
? Hetta bar í sær, at neyðugt var at fara tætt framvið Nýhavnini og harvið at gera eina stóra kósbroyting á stýriborð í einum, fyri at koma í innsiglingina og inn í hylin millum Viðarnes og Tinganes.
Undir umstøðunum, sum vóru hendan dagin, var ikki rúmd fyri feilmanøvrum.
Ein annar møgleiki var at sigla inn í havnina uttanfyri russisku skipini, ið lógu fyri akkeri, fyri síðani at andøvt inn við Argjalandinum og inn í havnina.
Um hetta varð gjørt, hevði ikki verið neyðugt at gera so stóra kósbroyting í einum. Siglingin inn í havnina kundi verið gjørd við fleiri smáum kósbroytingum. Hetta hevði gjørt tað munandi lættari at leggja skipið við stevninum móti vindinum. Um Norröna stevndi móti vindinum, hevði skipið havt nóg mikið av maskinorku til, at vindurin ikki hevði tikið tað. Haraftrat hevði pláss verið fyri fleiri manøvrumøguleikum.
Skiparin sigur, at hann gjørdi at av sigla sum hann gjørdi, fyri ikki at missa kraftina á afturskipinum og tað heldur hann framvegis var tað rætta.