Skipasmiðjan fylti nógv í okkara barnaheimi

- Alt okkara lív hevur tað verið Skipasmiðjan fyrst. Eg kann minnast sum 7 ára gamal, at vit skuldu til Skúvoyar í summarfrí. Pápi kom við Rituni til Skopunar, men fór so norður aftur, tí har var okkurt á skipasmiðjuni, sum mátti gerast, segði Gunnar Mohr í fráfaringarrøðu síni fríggjadagin

Handverk

 

Tað var pápi Poul Mohr og abbi Gunnar Mohr, Kjartan Mohr, sum fekk hugskotið at leggja eina skipasmiðju í Sjarpholinum í Havn.

- Hetta var í kreppuárunum í 1930-unum, og tað sigst, at flestu tá hildu hetta vera óðamannaverk.

Men nakað óðamannaverk gjørdist skipasmiðjan ikki. Tað hevur eftirtíðin prógvað.

Nú maðurin í triðja ættarliði í familjuni, Gunnar Mohr, helt fráfaringarrøðu á Tórshavnar Skipasmiðju seinasta fríggjadag, segði hann, at skipasmiðjan hevur givið avlop á hvørjum ári í øll tey umleið sjeyti árini síðan byrjan.

- Eftir byrjanina í 1936 mentist arbeiðsplássið nógv, og longu í 1940 – ella fýra ár eftir stovnanina – fór Vón sum fyrsti nýbygningur av bakkastokki.

 

Mamma bakkur

Gunnar helt, at ein høvuðsorsøkin til, at tað eydnaðist abbanum so væl, var, at hann sjálvur var sannførdur um, at hetta fór at bera til. Haraftrat hevði hann nógvar stuðlar kring landið, men einamest í Havn.

- Hann hevði eisini starvsfólk sum stóðu manniliga um hann og skipasmiðjuna. Tað hevur altíð verið ein "garda" á skipasmiðjuni, sum altíð var klár at taka tey neyðugu tøkini.

Fráfarni stjórin segði, at tann orka, sum pápi hansara og Jens saman við trúgvum og loyalum starvsfeløgum hava lagt í felagið, so sanniliga hevur borið ávøkstur.

- Við mammu sum bakki kundi pápi eisini leggja alla sína orku í sítt lívsverk. Skipasmiðjan hevur fylt nógv í barnaheimi okkara – ja, alt okkara lív hevur tað verið skipasmiðjan fyrst. Eg kann minnast sum 7 ára gamal, at vit skuldu til Skúvoyar í summarfrí. Pápi kom við Rituni til Skopunar, men fór so norður aftur, tí har var okkurt á skipasmiðjuni, sum skuldi gerast.

 

17 ár í leiðslu

Gunnar Mohr segði, at heilt síðan hann var eini 12 ára gamal, arbeiddi hann at kalla hvørja frítíð á skipasmiðjuni.

- Eftir at hava lisið til verkfrøðing í 1987, starvaðist eg í ráðgevingarfyritøku í Ålesund í Noregi í trý ár. Eg kom síðan heimaftur í 1990 at arbeiða. Tá kom eg í leiðsluna í skipasmiðjuni og havi soleiðis verið partur av hesi í stívliga 17 ár.

Hann helt, at stutt um øll hesi ár kann sigast, at tey hava verið spennandi, men eisini sera krevjandi.

- Onkur løta kundi verið óynskt, men nógv fleiri hava verið stuttligar, legði hann aftrat.

Tá ið Gunnar byrjaði aftur á skipasmiðjuni í 1990, vóru tilsamans 110 starvsfólk í Havn, Vestmanna og Runavík.

- Í kreppuárunum, sum komu árini eftir, vóru vit stívliga 60 fólk – men í dag eru vit 325 í Havn, Vestmanna, Runavík og Skála, og tá eru tey, sum starvast hjá Pam Offshore, íroknað.

 

Hæddarpunkt

Í røðu síni nam Gunnar eisini við ymisk hæddarpunkt, sum hava verið í hansara tíð á skipasmiðjuni.

- Eitt av hesum var í 1992, tá ið vit umbygdu Hallarklett til oljuvinnu, men óivað størsta løtan var, tá ið vit í 1994 vunnu tilboðið um at smíða umhvørvisskipið til Thailands.

Hann legði dent á, at umhvørvisskipið rættiliga var eitt ljóspunkt í kreppuárunum – ikki bert fyri skipasmiðjuna, men helst fyri allar Føroyar, sum hann tók til.

- Hetta var kanska í daprastu tíð okkara, og eg haldi, at hetta vísti føroyingum, at tað kortini bar til at gera okkurt í Føroyum.

Gunnar vísti á, at tað tók donskum myndugleikum eitt ár at góðkenna tilboðið hjá skipasmiðjuni, tí danskt vinnulív vildi ikki loyva føroyingum við sum veitarar til Danida.

- Tað var næstan ikki vika, at hetta ikki bleiv umrøtt í fjølmiðlunum. Eg minnist, at pápi mín eina ferð var vorðin troyttur av øllum hesum spurningunum, so hann svaraði: "Álvaratos, hetta er ikki Queen Mary"!

 

Aðrar hendingar

Onnur hæddarpunkt, síðan Gunnar byrjaði aftur í 1990, vóru eitt nú, tá ið Tórshavnar Skipasmiðja í 1997 keypti Skála Skipasmiðju. Hetta var ein spennandi hending og avbjóðing at fáa gongd á aftur har inni.

- Tað vóru eisini týðandi hendingar, tá ið maskinverkstaðurin FJM í Runavík kom upp í virksemið, og tá tað í 2006 eydnaðist at endurskapa skipasmíð í Føroyum og fáa tveir sáttmálar við Thor um bygging av supply-skipum á Skála.

Gunnar helt, at tað hevur hepnast væl í hesi vinni nú í umleið sjeyti ár.

- Virksemið byrjaði í teimum truplu 1930-árunum og kom ígjøgnum tey truplu 1950-árini eins og gjøgnum herviligu kreppuna í 1990-árunum. Felagið hevur havt avlop hvørt einasta ár, legði hann aftrat.

 

Nýggjar tíðir

Í 2004, tá ið eigaraviðurskiftini vóru komin í triðja ættarlið og fleiri í fjórða ættarliði vóru vorðin vaksin, avgjørdu eftirkomararnir eftir Kjartan Mohr at selja skipasmiðjuvirksemið úr felagnum til íløgufelagið Notio.

- Hetta var sjálvandi ein kensluborin avgerð, men fyri okkum og hetta virksemi var hetta avgjørt ein røtt avgerð.

At enda takkaði Gunnar Mohr øllum teimum trúgvu starvsfeløgunum og samstarvsfeløgunum fyri gott samstarv. Hann nýtti eisini høvi at ynskja nýggja stjóranum, Eyðfinni Egholm, blíðan byr.