Tvær bumbur uttan fyri dansistaðið Barok og ein brast undir einum løgreglubili, sum stóð heima hjá vakthavandi løgreglumanninum hesa náttina.
Vakthavandi løgreglumaðurin greiðir frá, at tvær bumbur, vórðu tveittar uttan fyri Barok. Í somu løtu hann fekk fráboðanina heima við hús, brast ein bumba undir løgreglubilinum. Onki hendi við bilinum, men løgreglumaðurin sigur, at tað er sera heppið, at bert tveir persónar stóðu uttan fyri Barok hesa løtuna, tí hetta var stutt fyri afturlatingartíð leygarnáttina.
? Teir báðir ungu dreingirnir, sum stóðu uttanfyri, vórðu bidnir um at søkja læknahjálp seinni í hesu vikuni fyri at kanna, um teir hava fingið skaða í oyruni, sigur løgreglan.
Fýra mans vórðu tiknir inn til avhoyringar og eru skuldsettir fyri í spølni at seta lív og heilsu hjá øðrum í vága. Hetta er greitt brot á revsilógina, og kann vera revsað við fongsulrevsing. Løgreglan leggur serliga áherðslu á orðið heilsu í teirra skuldseting